Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, á Móðurmálsdegnum 31. mars 2016 á tiltaki í Nýggjustovu
Góða samkoma
Eg fari at ynskja tykkum at vera vælkomnum her í Nýggjustovu, eitt av elstu húsunum í Havnini - til málfundar í barnaheimi V.U. Hammershaimbs. Eitt tiltak, sum fleiri partar hava samstarvað um at fáa í lag, Málráðið, Mentamálaráðið, Nám, Miðlahúsið, Føroya Fólkaháskúli, Kringvarp Føroya og Bókadeild Føroya Lærarafelags.
Móðurmálið er hjartamálið, tí við persónliga móðurmálinum fáa vit sagt júst tað, sum liggur okkum á sinni. Vit hugsa kanska ikki um tað í gerandisdegnum, men verða mint á tað, tá ið vit skulu siga okkara hjartans meining á fremmandamáli – tá eru vit skerdir fuglar.
Styrkin í móðurmálinum er, at tað er fólksins mál, og tí skal tiltak av hesum slag eisini forankrast í fólksligum umhvørvi, so vit øll kenna ognarskap til tað. Tað kunnu vit siga í hesum førinum, har so nógvir ymsir partar taka saman hendur og taka lut.
Siktið við Móðurmálsdegnum er at varpa ljós á málið í øllum sínum brigdum. Tað er gott at kjakast um málið, og dagurin í dag kann minna okkum á týdningin av málinum og vit fáa høvi at kjakast um málið, tess støðu og menning. Málið er allastaðni, og vit brúka tað alla tíðina. Málið er – og skal vera - livandi, broytiligt og fjølbroytt.
Málið og málsligt margfeldni er eitt hitt fínasta fólkaræðisliga amboðið – livandi orðið, sum gevur okkum evnini til at reflektera, argumentera, analysera og konkludera, ja, málið skapar okkara veruleika og mennir sostatt bæði land, fólk og felagsskap.
Kringvarpið hevur júst í hesum døgum tvær nýggjar sendirøðir um málið. Í útvarpinum sendingarnar Máltíð, og sjónvarpinum við røðini “O móðurmál”, sum báðar eru sendingar, sum fólk taka til sín, tí er nakað, sum upptekur okkum her á landi, so er tað málspurningurin. Tað er gleðiligt, at almenni kringvarpsstovnurin á henda hátt røkir sína public service-skyldu við at upplýsa (deiligt orð: upp-LÝSA) okkum.
Á Móðurmálsdegnum ber so til at velja okkurt evni at fara í dýpdina við, og í ár er yvirskipaða evnið á Móðurmálsdegnum “ung og móðurmálið”. Eg gleði meg at lurta eftir tí, sum er á skránni í kvøld í hesum sambandi.
Tey ungu ganga ofta undan og taka nýggj rák til sín, tey bróta slóð og seta dagsskrá. Tí hevur tað stóran týdning at lurta eftir teimum ungu og møta teimum har tey eru, eisini málsliga.
Her kann verða nevnt, at eitt hitt fyrsta, sum eg tók stig til, tá ið eg tók við sum landsstýriskvinna, var at fara undir eina heildarætlan um málsliga menning hjá børnum, herundir eitt landsumfatandi átak fyri børn, foreldur, stovnar og skúlar, barnabókasøvn, forløg, útbúgvingarstøð og onnur, sum varða av børnum og málsligu menning barnanna. Enn er hetta á fyrireikingarstøðið, men eg gleði meg at koma rættiliga til verka í “málinum.”
Tí børnini skulu stimbrast málsliga, ikki minst í dag, har samskifti í stóran mun er einvegis og ikki tvívegis, bæði hjá børnum og vaksnum. Mál er eitt sosialt fyribrigdi. Vit læra mál í samspæli við onnur. Børn læra mál við at hoyra mál, og tá tey sjálvi fáa møguleikar at brúka málið, og tá tey sjálvi eru virkin í einum sosialum samanhangi . Gransking vísir, at málslig menning ávirkast positivt tess meira børnini tosa, og tá tey fáa møguleika at seta orð á sínar hugsanir (Gjems 2008).
Gerandissamrøðan hevur avgerandi týdning, men fær lítið pláss í gransking, hóast gerandissamrøðan er 80-90 % av samrøðunum í barnagørðunum. Hetta er eisini áhugavert at greina nærri. Ti tað er í gerandissamrøðum at børn læra um tað, sum er rundan um tey, um galdandi virðir, hvat verður væntað av teimum, og hvussu vit skulu fyrihalda okkum til hvønn annan (Gjems 2008).
Sum land og fólk hava vit eina stóra uppgávu; vit hava eitt lítið mál, og vit eru fáment; í mínum hugaheimi er hetta meiri ein spurningur um okkara samleika sum einstaklingar og fólkaræðisligur felagsskapur, at geva okkara børnum ein málsligan førning, sum kann vera bulurin undir okkara menning sum virkin menniskju, sum upplýstir medborgarar, heldur enn ein spurningur um tjóðskap. Og har eru vit tíbetur so ymisk, og friður verið við tí. Tí tá ið samanumkemur eru vit øll samd um, at eitt væl ment og fjølbroytt móðurmál er darrandi hjartastrongurin millum okkum menniskju, og lat okkum í felag fegnast um tað í dag.
Við hesum orðum fari eg at nýta høvi til at takka tykkum øllum fyri at vera komin á gátt í barnaheimi skriftfaðirs okkara, sum Eirikur Lindenskov so vinsælt hevur latið upp fyri okkum.
Eg vil eisini nýta høvi at takka øllum, sum hava skipað fyri og sum luttaka í tiltakinum í kvøld.
(Nám, Kringvarpið, Sosialurin, Bókadeild Føroya Lærarafelags, Føroya fólkaháskúli, Klippfisk)
Gott móðurmálskvøld og takk fyri!