Røður 2016


Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, hildin í Mentamálaráðnum 2. juni í sambandi við, at bólkurin Green Growth úr Glasi, Marknagil, fekk handað Mikrolegatið

Um íverksetan

Íverksetan, ella entreprenørskapur, er tá ið fólk fremja møguleikar og góð hugskot í verki, so at tey fáa virði fyri onnur. Virðini kunnu vera bæði av búskaparligum, sosialum og mentanarligum slagi.

Nøkur eru føddir íverksetarar. Tey kunnu snøgt sagt ikki lata vera við at seta ting í gongd. Tey byrja nýggj virki, stíla fyri tiltøkum ella taka stig til átøk, ið skulu hjálpa øðrum.

Men íverksetan kann eisini lærast. Eins og í ítrótti, tónleiki og vísindi er ikki nóg mikið við talenti, tað skal eisini vitan og hart arbeiðið til, fyri at røkka tindunum.

Íverksetan snýr seg um at fremja hugskot í verki. Ikki bara at fáa hugskotini, ella at seta tey í gongd, men gjøgnumføra tað sum ein setur seg fyri. Íverksetan er ein disiplin har sum árræði, ágrýtni og arbeiðshugur hava enn meira at siga enn talent og vitan. Íverksetan snýr seg um hugburð og evni at skipa seg, og hesir eginleikar kunnu lærast og venjast.

Tí undrar tað ikki, at greiningar hjá danska grunninum fyri íverkstan, Fonden for Entreprenørskab, vísa, at íverksetaraundirvísing ger størstan mun, um hon fer fram á øllum útbúgvingarstigum.

Næmingar, sum fáa íverksetaraundirvísing á øllum stigum frá tey byrja í skúla, til tey fara á arbeiðsmarknaðin, eru raskari at seta í gongd, dugnaligari at gjøgnumføra, og treiskari at halda á, enn tey, sum ikki hava fingið nakra skipaða íverksetaraundirvísing.

Í Føroyum hava vit íverksetaraútbúgving á fleiri stigum. Íverksetarahúsið hevur undirvísing í fólkaskúlanum og skipar fyri Skúla-FM í íverksetan umframt fyri European business game saman við miðnámsskúlunum. Handilsskúlin og teknisku skúlarnir skipa á hvørjum ári fyri Ungt virki, í samstarvi við Fonden for entreprenørskab og eisini Fróðskaparsetrið vísir íverksetan alt størri ans.

Afturat hesum eru førleikamennandi íverksetaraátøk sum Game Jam, Creative Business Cup og ymiskt Start-up tiltøk á hvørjum ári, sum bæði næmingar og onnur kunnu taka lut í.

Næmingar og lesandi hava tí fleiri høvi at fáa íverkstarafrálæru. Men talan er um eina breiða viftu av tilboðum, og ikki eitt skipað framhald, har sum lagt verður afturat varðanum á hvørjum stigi. Tí er tíðin helst búgvin til, at øll, sum varða av íverksetarafrálæru, samskipa sítt virksemi betri.

Fonden for entreprenørskab hevur víst eina leið, har sum tey stjórnarráðini, sum varða av vinnu, undirvísing og gransking og mentan, saman við vinnuna hava ment eina felags samanhangandi skipan. Eg haldi, at vit eiga at viðgera teirra royndir, saman við komandi norðurlendsku kortleggingini, og finna eina samanhangandi skipan, ið hóskar til føroyska samfelagið, í góðum samstarvi við grannar okkara og umheimin annars.

Okkum tørvar íverksetarar, og tey ungu, sum vaksa upp í dag, skulu virka í einum samfelagi, sum setir alt størri krøv um, at hvør einstakur tekur ábyrgd av sær sjálvum og sínari framtíð, og eisini ger sítt til at gera samfelagið betri og ríkari fyri okkum øll.

Stórur partur av teimum sum lesa í dag mugu rokna við, at tey í stóran mun mugu skapa síni størv sjálvi. Og um tey vera sett í starv, verður í nógv størri mun enn fyrr væntað, at tey sjálvi megna at forma og fylla starvið, og at taka virknan lut í at menna arbeiðsplássið.

Hugtakið íverksetan fevnir víða, men kortini er snúningsásin fyri íverksetaraundirvísingina og fyri legatið, sum vit handa í dag, vinnulig íverksetan.

Norðurlandaráðið hevur biðið fonden for entreprenørskab standa fyri einari kortlegging av íverksetaraundirvísing í átta norðurlendskum oyggjasamfeløgum. Sum liður í verkætlanini verður eitt mikrolegat á 25.000 kr. latið til eina íverksetaraverkætlan í hvørjum av hesum samfeløgunum. Næsta árið verður fylgt við, hvussu gongst hesum íverksetarunum, og borið verður saman við íverksetarum, sum byrja uttan at hava fingið henda byrjanarstyrk.

Royndir hjá Fonden for entreprenørskab vísa, at teir íverksetarar sum hava fingið slík mikrolegat í Danmark, hava størri sannlíkindi fyri at koma væl frá landi við sínum verkætlanum. Eitt er, at styrkurin ger tað møguligt at koma fyrr í gongd. Annað er, at íleggjarar og peningastovnar hava størri álit á einari verkætlan, sum onkur annar longu hevur dygdarmett og satsa upp á, enn einari, sum kemur beint inn frá gøtuni.

Tað er mín vón, at hetta mikrolegatið, sum tað er fallið í mun lut at handa í dag, kemur at gera stóran mun, og at henda spírandi verkætlan kemur at blóma til gagns fyri bæði íverksetaran og samfelagið.

Hjartaliga til lukku og góða eydnu.