Røður 2016


Listin er tíðarbær og tíðarleys

Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, til handan av mentanarvirðislønum landsins fyri 2016 á Seglloftinum á Tvøroyri, 25. januar 2017

Gott kvøld øll somul -

Hetta seinasta mikukvøldið í januar heiðra vit tey, ið fáa mentanarvirðislønir landsins fyri undanfarna árið. Vit eru komin saman á hugnaliga Seglloftinum við gamla Kgl. Handilin her á havnarlagnum á Tvøroyri. Í kvøld koma vit væl út um bryggjukantin, tí Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá handanini bæði í útvarpi og sjónvarpi – vælkomin øll somul.

Seinastu árini hava mentanarvirðislønir landsins verið handaðar á føðingardegi William Heinesens – men so er ikki í ár – ikki tí at William Heinesen ikki longur er tíðarbærur, men av tí at norðurlendsku mentamálaráðharrarnir síðsta vikuskiftið vóru savnaðir í Londum til setanina av norðurlendska mentanarfestivalinum Nordic Matters. Føroyar vóru sjálvandi umboðaðar á hátíðarhaldinum, sum markeraði byrjanina á festivalinum á Southbank Centre, sum liggur við ánna Thames í London. Festivalurin Nordic Matters, sum bjóðar fram norðurlendska mentan og list í London alt hetta árið, er eitt gott høvi at varpa ljós á føroyska mentan og list - og hjá føroyskum listafólkum at gera vart við seg uttan fyri Føroyar.

Í kvøld hátíðarhalda og heiðra vit mentan og list í Føroyum og vit skulu handa tríggjar virðislønir. Tær eru Mentanarvirðisløn Landsins, sum verður latin føroyskum mentafólki sum tøkk fyri útint listarligt avrik, Heiðursgáva Landsins, ið verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv og Virðislønin til ungt listafólk, sum í ár verður handað fyri sættu ferð. Eg vóni og vænti, at vit fáa eitt gott kvøld saman. Karmarnir eru einastandandi og hugnaligir, Kringvarp Føroya spennir seg út og sendir beinleiðis frá tiltakinum, og umframt røður og heiðursrøður fara vit at hoyra og síggja framførslur frá føroyskum listafólkum.

Gerið so væl!

___

Eftir handanina:

Tá mentanarvirðislønirnar fyri 2015 fyri einum ári síðan, á føðingardegi William Heinesens, vóru handaðar í Norðurlandahúsinum, varð samstundis avdúkað, at landið hevði fingið í varðveitslu eintak av skaldsøguhandritinum ”Den Yderste Tid” eftir William Heinesen. Handritið er nú í varðveitslu á Landsbókasavninum, sum um ein mánaða, tann 23. februar, fer at hava eitt tiltak við fyrilestrum, upplestri, tónleiki og framsýning um handritið, sum ongantíð var givið út.

Í Dimmalætting tann 6. januar í ár viðger bókmentafrøðingurin Bergur Rønne Moberg eitt annað skaldsøguhandrit hjá Williami Heinesen, sum heldur ikki varð givið út. Tað er skaldsøguhandritið “Baalet”, sum er til skjals á Kgl. bókasavninum í Keypmannahavn. Í greinini í Dimmalætting viðger Bergur Rønne Moberg listaligu tilgongdina hjá Williami. Tað gingu um 30 ár frá tí at hann gav út sítt fyrsta yrkingasavn, til hann kundi arbeiða sum rithøvundur burturav. Tí hóast hann verður mettur sum fremsti rithøvundur, ið Føroyar hava átt, so var tað ikki fyrr enn við skaldsøguni “De fortabte spillemænd”, sum kom út í 1950, at William Heinesen fekk sítt veruliga frambrot sum rithøvundur.

List á høgum listaligum stigi kann hava eina tunga og trupla tilgongd. Og í nógvum førum er tað bara treiskni og áhaldni hjá listafólkunum fyri at takka, at tey ikki eru givin á hondum, og hava valt sær aðra yrkisleið, men hava tvíhildið um dreymin um, at yrkislistaleiðin við tíðini kanska – og bara kanska – fer at geva so mikið av sær, at tað fer at bera til at liva av henni.

Tí hóast William Heinesen framvegis er tíðarbærur og bøkur hansara eru tíðarleysar, so er tað eyðsæð, at tað tók honum drúgva tíð at menna seg til tann framúrskarandi rithøvund hann varð, og sum hann seinni varð heiðraður fyri við eitt nú Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, Sonningprísinum og Norðurlendska Prísinum hjá Svenska Akademinum.

Man kann siga, at listin er tíðarbær og tíðarleys, men hon tekur tíð!

___

Herfyri fylti Listafólkasamband Føroya, LISA, 35 ár. Tá LISA varð sett á stovn, var tað við tí fyri eyga at bøta um korini hjá yrkislistafólkum í Føroyum. Og hóast ein kanning, sum LISA gjørdi síðsta heyst, vísir eina dapra mynd av livikorunum hjá listafólkum í Føroyum, so eru tað tó fleiri føroysk listafólk í dag enn fyri 35 árum síðan, sum kunnu liva av síni list.

Orsøkin er fyri ein part, at marknaðurin hjá føroyskum listafólkum ikki longur er avmarkaður til Føroyar. Teirra pallur er allur heimurin. Føroysk listafólk skapa, sýna og framføra film, tónleik, bókmentir, myndlist, palllist, design og arkitektur um allan heim  - og tað í tali og dygd sum er ófatilig.

Men tað hevur týdning, at eisini listafólk, sum velja at liva og virka í Føroyum, kunnu gera tað undir mannsømiligum korum.

Tað er við tí í huga - at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum - at landsstýrið hevur gjørt av at styrkja Mentanargrunn Landsins komandi trý árini. Endamálið er at geva yrkislistafólkum umstøður at savna seg um sína list í eitt longri tíðarskeið. At listafólk hava góðar umstøður er ikki bara listafólkunum sjálvum at frama. Íløgur í mentan og list skapa ringar í vatninum, sum eru øðrum vinnum at frama, eitt nú ferðavinnu, matstovu- og gistingarhúsvinnu, útgávu- og handilsvinnu. Fyri ikki at tala um, at eitt livandi mentanarlív er týðandi fyri trivnaðin í okkara samfelag, og er viðvirkandi til, at ung fólk velja at búseta seg í Føroyum - og at kanska onkur av teimum tekur sær tíð at skapa tíðarbæra og tíðarleysa list!

Eg fari ikki at avdúka nakað gloymt ella goymt handrit í kvøld, men gleðast um, at tað grør um gangandi fót í føroyskum mentanarlívi. Eisini her í Suðuroy, har síðsta hond er við at verða løgd á nýggja mentanarhúsið Saltsiloina. Vit gleða okkum til at síggja og uppliva úrslitið!

Í kvøld hevur pallurin verið á hugnaliga Seglloftinum í søguliga bygninginum hjá T.F. Thomsen á havnalagnum á Tvøroyri, har vit hava heiðrað nøkur av Føroya fremstu mentanar- og listafólki, og nøkur av Føroya dugnaligu listafólkum hava ríkað okkum við framúr góðum framførslum.

Takk fyri í kvøld!