MBF 35 ár - Lívið hevur litir í NLH fríggjadagin 20. mai 2016. Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu.
Fyrst fari eg at ynskja Meginfelag teirra, ið bera brek hjartaliga til lukku við 35 ára degnum. Og lat meg skoyta uppí, at mær dámar so serstakliga væl heitið á hesi ráðstevnu: Lívið hevur litir!
Tí tað er júst soleiðis lívið er - eitt litfagurt vovið teppið, har vit hvør sær eru einstakir litir, men saman gerast ein vøkur litføgur eind.
Vit verða borin í heim við ymiskum lívstreytum, og hjá summum eru avbjóðingarnar størri enn hjá øðrum. Men vit eiga altíð at miða eftir at geva øllum javnbjóðis møguleikar, soleiðis at vit fáa eina heild, har rúm er fyri øllum.
Tá ið spurt verður um, hvørjar ætlanir eg havi fyri brekøkið komandi árini, so byggja mínar ætlanir júst á hetta. At vit við frælsi, javnstøðu og samhaldsfesti virka fyri einum samfelagi, har øll hava møguleika at mennast og trívast. Har samhaldsfesti tryggjar, at vit hava umsorgan fyri hvørjum øðrum og standa saman um virðingina fyri tí einstaka og harvið tí serstaka hjá hvørjum tí einasta av okkum!
Eri so sera samd við visjónini hjá MBF, at fólk, ið bera brek skulu hava javnbjóðis rættindi í einum innkluderandi samfelagi!
Á skúlaøkinum verður strembað eftir javnbjóðis møguleikum til øll í eini innkluderandi skúlaskipan í tráð við grein 24 í ST-sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek.
Hetta er eitt økið, sum skúlaskipanin hevur raðfest seinastu árini, og ein kós, sum eg fegin vil halda áfram við.
Ikki bert tí, at vit skulu uppfylla ST-sáttmálan, men tí eg síggi meining í innklusjónshugtakinum. Tað snýr seg í fyrsu atløgu um rættindini hjá øllum at eiga virknan lut í felagsskapinum, men so sanniliga eisini um eina samfelagsliga visjón, har øllum verður givið javnbjóðis møguleikar, soleiðis at vit fáa eina heild, har rúm er fyri øllum.
Hesi sjónarmið eru óivað løtt hjá teimum flestu at taka undir við og hava eina meining um, men, sum kann vera trupul at útinna í verki – m.a. tí innklusjónshugtakið í stóran mun snýr seg um mentan, hugburð, mannasýni og virði. Tí má hvør einstakur av okkum taka í egnan barm og gera sítt til, at visjónin verður framd. Hetta tekur tíð, men eri vís í, at um vit øll tilvitað arbeiða fram ímóti málinum, so kunnu vit sum samfelag røkka langt.
Á skúlaøkinum eru dyr latnar upp fyri skúlatilboðum til ung við serligum avbjóðingum á miðnámsskúlunum.
Í Hoydølum eru ikki færri enn 2 serflokkar innan autismuøki, á Kambsdali sá fyrsta serbreytin dagins ljós í fjør og komandi skúlaár vera serbeytir eisini á Glasir og Tekniska skúla í Klaksvík.
Hetta má sigast at vera nýbrot í føroyskari skúlasøgu! Møguleiki er nú á nærum øllum miðnámsskúlum at hýsa fjølbroytni í orðsins sanna týdningi.
Ætlanin er at raðfesta økið í árunum, sum koma og miðað verður eftir at halda gongdini m.a. við javnari upptøku. Somuleiðis er ætlanin at stovnseta serbeyt í miðnámsskúlanum í Suðuroynni í 2017.
Ætlanir eru eisini at víðka Rásina.
Á fólkaskúlaøkinum er ætlanin at menna sernámsfrøðiliga økið, eisini hugburðsliga, so at málið í hvørjum einstøkum føri er at bjóða mennandi felagsskap, sum gevur meining fyri tann einstaka.
Vælumtókta sertilboðið í Skúlanum á Fløtum er skipað sum varandi skipan, og stig verða nú tikin til at skipa verandi serflokkar eftir sama leisti og skipa nýggjar serflokkar m.a. í Suðuroy og Vágunum. Somuleiðis er skjøtil settur á at menna skúlatilboðið í Skúlanum á Trøðni.
Nýggi kunngerð er lýst fyri sernámsfrøðiliga øki og fær virkna frá komandi skúlaári. Við hesi kunngerð vænti og vóni eg, at serøkið innan fólkaskúlaøkið hevur fingið betri leiðreglur at virka eftir.
Tað eru fleiri kanningar, sum hava staðfest, at lykilin til góð og mennandi skúlatilboð til øll og harvið eisini væleydnað innklusjón, er væl skikkað starvsfólk, sum fáa høvi at førleikamenna seg. Hetta er eitt økið, sum eg havi ætlanir um at raðfesta høgt, m.a. við eftirútbúgvingum, fakligum døgum og styttri skeiðum.
Stig verða nú eisini tikin til at fáa starvsøkið hjá námsfrøðilgu stuðlunum skipað betur.
Lívið hevur litir. Ætlan mín fyri brekøkið komandi árini er at mála við so nógvum litum sum til ber við teimum amboðum, sum eru møgulig at nýta og raðfesta!
Takk fyri.