Røður 2016


Røðan, ið Rigmor Dam, landsstýriskvinna, helt í Norðurlandahúsinum í sambandi við tiltak "Markleys útbúgving 2016" hósdagin 15. september 2016

Góðan morgun!

Norðurlendsku vælferðarsamfeløgini teljast millum heimsins bestu. Her eru fólk tryggast, ríkast og eydnuríkast. Ja, heimsins lukkuligastu fólk verða vit ofta skýrd. Men hvat er tað, sum ger, at vit liggja í  toppinum av heimselituni? Hvør er loynidómurin spyrja tey úti í heimi?

Eg plagi at siga, at vit útmerka okkum á trimum avgerandi økjum:

Vit hava ein væl skipaðan arbeiðsmarknað, har menniskju ikki verða trælkað og kúgað, men gjøgnum fakfeløg og arbeiðsgevarafeløg avtala løn og arbeiðskor.

Næsta fortreytin er javnstøða, tí her í norðurlondum eru bæði kynini á arbeiðsmarknaðinum, soleiðis at vit fáa gagnnýtt øll tey klóku høvdini og allar tær evnaríku hendurnar – her fara talentini ikki til spillis, tey sleppa at blóma.

Og so hava vit eina væl útbúnað arbeiðsmegi, sum megnar at taka lut í fólkaræðinum og á tann hátt er við til at menna samfelagið fram á leið.

So loynidómurin er púra almennur og skapar fortreytir fyri einum samfelagi, har menniskjuni kunnu at skapa sær eydnuna, um tey leggja í.

Tí er mítt politikaramotto eisini: Sleppa menniskjuni ikki at blóma, steðgar samfelagið upp!

Góðu tit øll.

Eg takki fyri, at eg sum landsstýriskvinna í útbúgvingarmálum eri boðin at seta útbúgvingarstevnuna “Markleys útbúgving”.

Hetta er 14. Ferðin, at tiltakið er, og Fróðskaparsetrið og Altjóða skrivstovan hava stóra tøkk uppibornað fyri hetta týdningarmikla átak, sum skal geva okkara ungdómum innlit í útbúgvingarmøguleikar úti og heima.

Nú er skúlaárið byrjað aftur fyri flestu tykkara. Tit eru mitt í einari miðnámsútbúgving, og nógv tykkara hugsa kanska ikki so nógv um, hvat tit ætla tykkum eftir loknan lestur. Tað er eisini í lagi. Tit skulu eisini njóta tíðina nú. Njóta royndirnar í alisfrøði, njóta týsku mállæruna og njóta at fara við bussinum klokkan minus um morgunin. Beint nú er hetta tykkara gerandisdagur.

Men næsta summar, so standa tit har. Við húgvu á høvdinum og prógvi í hondini, og hvat so? Hvørjar hurðar eru opnar, og hvat hóskar til tykkara, og hvat skal til fyri at sleppa inn til dreymaútbúgvingina? Allir teir spurningarnir fara at troðka seg á, tá summarið nærkast. Tí hava tit tikið eina pausu frá evnafrøðini, føroysku stuttsøguni, ítróttatímanum og mállæru her í morgun. Í dag snýr tað seg um tykkara framtíð og tykkara val.

Eg vóni, at tit seta antennurnar á markloysi eina løtu.

Setrið og Altjóða skrivstovan fara at kunna tykkum um møguleikar bæði her heima og uttanlands, um stuðulsmøguleikar, um spennandi útbúgvingar, um strong upptøkukrøv, um kvotu tvey, um SU og føroyska lestrarstuðulin. Lurtið og leggið tykkum møguleikarnar í geyma. Men minnist eisini tykkum sjálvi. Gloymið ikki egnar dreymar og ynski. Og gloymið ikki Føroyar! Vit vilja tykkum her. Vit vilja hava fleiri at støðast í Føroyum, at nema sær útbúgving í Føroyum og fáa fleiri heim aftur á klettarnar!

Talið á umsóknum til Fróðskaparsetur Føroya setti met í summar. Næstan 600 fólk vildu sleppa at lesa á Setrinum í ár. Og vit vóna, at tá tit søkja næsta ár, so verða tað uppaftur fleiri, sum vilja lesa í Føroyum. Vit vilja fegin geva tykkum góðar útbúgvingarmøguleikar í Føroyum. Í fjør fekk Fróðskaparsetrið hægri játtan, so tey kundu taka fleiri inn í ár, m.a. til BA í búskaparfrøði og til MA í fólkaheilsu.

Samgongan hevur eisini sett sær fyri at bøta um korini hjá lesandi í Føroyum. Málið er at fáa føroyska lestrarstuðulin á hædd við tann, sum føroyingar hava rætt til, tá ið teir lesa uttanlands, tað vil siga við tann danska, sum vit jú kappast við á hesum økinum. Í fyrsta umfari er avrátt at hækka studningin til lesandi á hægri útbúgvingum og til forsyrgjarar.

Vit hava tí skotið upp at hækka játtanina til lestrarstuðul við 6 mió. kr. árliga komandi 3 árini, ella tilsamans 18 mió. kr. Komandi ár verða tær fyrstu 6 mio. kr. brúktar til at hækka lestrarstuðulin 500 kr. mánaðarliga fyri tey, sum eru undir hægri lestri, at forsyrgjarar fáa stuðul allar 12 mánaðirnar í árinum, og at barnastuðulin hækkar eitt vet. Eftir mínum tykki eru hetta alneyðug tiltøk at seta í verk, og eg síggi ikki lestrarstuðul og útbúgving sum eina útreiðslu, men sum eina alneyðuga íløgu í samfelagið.

Ein onnur avbjóðing, sum vit í samgonguni taka í størsta álvara, er spurningurin um lestrarbústaðir. Í løtuni verður av øllum alvi arbeitt við at skipa eitt føroyskt kampus, sum er eitt lestrarumhvørvi, har lærustovnur, bústaðir, bókasavn og frítíðartilboð liggja tætt við hvørt annað, so til ber at fáa eitt spennandi og mennandi stað, har tey ungu ynskja at vera.

At okkara Fróðskaparsetur liggur so spjatt, ja, á 10 adressum, skapar onga heild í lestrarlívið, og tí er alneyðugt at vit gera tað so lokkandi og eggjandi hjá teimum ungu, at tey kunnu ikki lata vera við at velja Føroyar. Og eg kann lova, at fyrsta dagin fáa tit nærri innlit í, hvussu líður við fyrireikingunum til eitt veruligt føroyskt kampus, eina lestrarlund, sum eg hava valt at rópa tað. Vónin er, at um nøkur fá ár verða tað ikki súrligar nætur á Oyrasundi, sum tey ungu syngja um, men herligar nætur á Frælsinum ella hvar lestrarlundin endar við at vera.

Motto’ið fyri hesum degnum um markleysa útbúgving er “Far og lær – nær ella fjar”. Og sjálvandi er tað eisini gleðiligt, at vit hava ung fólk, sum søkja sær vitan uttan fyri landoddarnar, og vit gleða okkum longu til tit koma heim aftur við nýggjum hugsanum og nýggjum mátum at virka og liva. Vit hava brúk fyri nýggjum íblástri, og heimurin liggur opin fyri tykkum.

Talið av ungum, sum velja at lesa í Føroyum er nógv økt tey seinastu árini. Tíbetur. Tað eru eisini nógv fleiri ungir føroyingar, sum fara til Danmarkar at lesa. Men hóast vit í dag vita nógv meira um møguleikarnar at lesa aðrastaðni enn í Føroyum og Danmark, so er tað talið ikki vaksið nakað serligt tey seinastu árini. Kanska er tað onkur av tykkum, sum skal fara longur út í heim og koma heim aftur við heilt nýggjari vitan.

Í morgin sita tit aftur á Kambsdali, í Hoydølum og aðrastaðni. Tit fara frá alisfrøðitíma til franska mállæru og so heim at skriva stíl. Men hava tit markleysu antennurnar úti í dag, so tíma tit kanska betur tímarnar í morgin, tí teir eru ikki bara ein løgin blandingur av hugnaligari samveru og meiningsleysum stríði.

Teir eru eisini eitt stig á leiðini, eitt umfar á bulinum. Njótið dagin í dag, lurtið, spyrjið og forvitnist, og kanska tit hóma gøtuna og síggja dreymin daga undan í sjónarringinum. Tað hava vit brúk fyri, tí tá tit menna tykkara skapandi evni og møguleikar, fáa vit øll eitt betri, ríkari og rættvísari samfelag, sum vit errin kunnu lata yvir til okkara eftirkomarar og teirra børn.

Og minst til: Fylg dreyminum, ikki streyminum – tað gevur ta sonnu lívsgleðina, sum jú er tað, tað heila snýr seg um, tá ið samanum kemur.