Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, í sambandi við avdúking av, hvør hevur gjørt ársins kærleikskúlu
Góðan morgun.
Fyrst vil eg takka Dugna fyri hetta lívsjáttandi átak, sum varpar ljós á bæði føroysk listafólk og at vit øll hava javnbjóðis atgongd til arbeiðsmarknaðin.
Og takk fyri, at eg fekk møguleikan at vera við í morgun.
Ymiskt er, hvussu lívið lagar seg. Fyri nøkur er tað ein sjálvfylgja at sleppa til arbeiðis hvønn morgun, fyri onnur er tað ein fjarur dreymur at hava ein gerandisdag við arbeiðsuppgávum og starvsfeløgum.
Men norðurlendska vælferðarhugsjónin er, at vit hava eitt solidariskt samfelag við javnbjóðis rættindum til øll. At vit skapa eitt samfelag – og ein arbeiðsmarknað – fyri øll.
Kærleikskúlan er sum einstaka menniskja. Vøkur og skroypilig. Ansa eftir henni, at hon ikki brotnar.
Kærleikskúlan er ein vøkur áminning í hesu gávutíð. Ein áminning um at virðismeta tey gávuríku listafólk, sum vit hava. Ein áminning til arbeiðsgevarar og øll okkum onnur um at vísa sosiala medábyrgd. Og ein áminning um, at bara í felag kunnu vit skapa eitt rættvíst samfelag fyri øll.
Dugni eigur ein týðandi leiklut í hesum arbeiðið. Við arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling geva tit menniskjum atgongd til eitt gerandislív við uppgávum, samfelagi og menning. Tit styrkja arbeiðsførleikarnar hjá fólki, so tey verða betur før fyri at fáa eitt innihaldsríkt lív, og tit eru í tykkara samskifti við arbeiðsgevarar við til at rúmka arbeiðsmarknaðin.
Og takk fyri, at tit á hendan hátt knýta arbeiðslívið og listalívið saman, og varpa ljós á hesi bæði um somu leið.
Kærleikskúlan myndar bæði tað góða arbeiðslívið, sum gevur okkum nakað at liva av, og tað fína listalívið, sum gevur okkum nakað at liva fyri.
Hetta er áttanda árið, at tit lata eitt listafólk sniðgeva eina Kærleikskúl, og áttanda ferð at tit handa fyrstu kúluna til eina sosialt fyrimyndarliga fyritøku ella einstakling, sum hevur gjørt eitt serliga arbeiði fyri, at samfelagið eisini skal rúma teimum, sum hava skerdar møguleikar.
Hini árini hava listafólkini verið Astri Luihn, Astrid Andreasen, Edward Fuglø, Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Sigrun Gunnarsdóttir og Tróndur Patursson. Og tey sum hava fingið handað fyrstu Kærleikskúluna hesi árini eru Smyril Line, Anna-Karin Kjeld, Brennistøðin á Hjalla og IRF, Leila Solmunde, Munin, Snorri Brend og Kemilux.
Nú gleða vit okkum til ársins avdúking.
Takk fyri at eg kundi vera við.
Takk fyri tað arbeiðið tit gera í Dugna.