Heilsan frá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, til Helga Dam Ziska, stórmeistara í talvi á móttøku í Tinganesi, 15. september 2016
BRAGDIÐ Í BAKU
“Hevur tú riddaran á miðjum borði,
gongur tú vegin, sum riddari skal.”
Hesa lýsingina av einum framúr góðum telvara, havi eg lisið onkustaðni.
- Málrættaður, treiskur, tolin, disiplineraður, heilhjartaður, kaldur tá ið tað krevst, vælfyrireikaður, skilagóður, umhugsin, jarðbundin og hevur killerinstinktið tøkt, tá ið hetta er neyðugt.
Hetta vóru bara nakrar av lýsingunum, sum við eitt komu undan kavi seinnapartin mánadagin 12. september, sohvørt sum linjan millum telvararnar í Baku og fólkið í Varðabrekku alsamt hitnaði.
Helgi Dam Ziska var vorðin stórmeistari í talvi!
Dagin fyri mintist allur heimurin 11. september.
Í Føroyum eru vit farin víðari, og hava skrivað 12. september í søgubøkurnar – sum dagin, tá ið brøgdini verða avrikað.
Góði Helgi! Úr Mentamálaráðnum ynskja vit tær eisini hjartaliga til lukku við stórmeistaraheitinum.
- Uttan orð, uttan umsóknir. Uttan rokan og uttan hóvasták stendur tú nú við pappírinum í hondini. Stórmeistari í talvi! GM Helgi Dam Ziska! Ótrúligt!
Vit vita øll, at hetta hevur ikki bara verið ein dansur á rósum. Onkrar løtur hava eisini verið einsamallar. Hetta hevur kravt nógv tol og nógv treiskni. Og tú hevur sagt nei til nógv annað. Hetta hevur kravt mest av tær sjálvum, tí øll, sum kenna nakað sum helst til talv, vita, at riddarin kann vera balstýrigur, og honum kann vera ringt at stýra.
Umframt at vera evnaríkur, hevur tú eisini verið tolin og heilhjartaður, treiskur og altíð væl fyrireikaður.
Á tín stillføra hátt hevur tú, av sonnum, verið maður fyri at sett bispin upp á pláss og kongin skák og mát.
Góði Helgi! Vit eru ómetaliga stolt av tær. Tú hevur veruliga gjørt títt til, at tað er nógv stuttligari at vera føroyingur í dag enn í gjár.
Tú hevur gjørt Føroyar størri!
“Heilsaður verði tú við hesum orði,
at tær má gangast í livinum væl.
Hevur tú riddaran á miðjum borði
gongur tú vegin, sum riddari skal.”
Mynd: Finnbjørn Vang