Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, í sambandi við veitslu leygarkvøldið 22. oktober 2016.
Havnar Harmonikufelag 10 ár
Góðu harmonikuspælarar, góðu limir í Havnar harmonikufelag, góðu gestir, góðu harmonikufjepparar.
Hjartaliga til lukku við 10 ára degnum. Eit ljóðførisfelag, sum fyllir 10 ár, er ikki gamalt, og harmonikan er heldur ikki so gomul.
Tónleikur er mentan, tónleikur er lív, og tónleikur er samvera. Tí er tað so týdningarmikið, at vit saman halda lív í tónleikinum, at vit spæla og syngja saman, og at vit seta nýggjar kreftir við.
Sum landsstýriskvinna í mentamálum er tað mín ábyrgd, at landið ger sítt til, at vit hava eitt fjølbroytt tónleikalív, at børn og ung hava møguleika at læra at spæla ljóðføri og at stuðla orkestrum og áhugafeløgum.
Men tað verður ongantíð landsstýriskvinnan einsamøll, sum fer at halda lív í føroyskum tónleiki. Og tað fer heldur ikki at vera nakar einstakur harmonikuspælari, sum fer at tryggja framtíðina hjá føroyskum harmonikutónleiki. Tí hóast vit megna nógv einsamøll, so eru vit altíð sterkari og betri, tá vit virka saman við øðrum, tá vit eru í samanspæli við onnur.
Tí er tað mær ein gleði at vera við til at hátíðarhalda 10 ára føðingardagin hjá tykkum í Havnar Harmonikufelag. Tit eru dømi um samanhald og um, at hóast vit kunnu spæla einsamøll – og tað kann ein harmonikuspælari jú – so blíva vit uppaftur betri av at spæla saman við øðrum. Tað eru áhugafeløg sum tit, sum halda lív í føroysku harmonikubjølgunum.
Samstundis fegnist eg um, at føroyskur ungdómur hevur møguleika at ganga til akkordeon í musikkskúlaskipanini. Tí tað er í samspælinum millum áhugan og lærdómin, millum leik og lærd, og millum tað siðbundna og tað nýhugsandi, at neistar kveikja nýggjar brandar. Tað er hesin hátíðardagur tykkara eisini gott dømi um við sangløtuni í gjárkvøldið, klassisku perlunum seinnapartinum og so øllum samanspælinum í kvøld.
Aðrastaðni tosa tey um heim við klaver. Í Føroyum hava tað altíð verið fleiri heim við harmoniku. Tí vekir harmonikan kenslur hjá flestu føroyingum. Nógv okkara minnast okkurt ávíst, tá vit hoyra harmonikuspæl. Vit minnast mammubeiggjan, sum altíð tók harmonikuna fram, tá hann kom heim av túri. Og vit minnast luktin av nýbakaðari kaku, tá mamman lurtaði eftir harmonikusending leygardag.
Harmonikan er fólkslig. Vit hava harmonikudans, harmonikuhugna og serligar harmonikutónleikasendingar. Harmonikan er eisini kvennkyn, og tað riggur onkursvegna væl. Hon er kensluborin og fleirraddað, hon hevur bleytan bjølg og tungu av stál. Og so er hon so mobil, altíð klár at fara í býin, og hevur tú hana við, so veitst tú, at veitslan verður góð.
Í 1962 segði eitt plátufelag um tónleikin hjá Beatles: "We don't like their sound, and guitar music is on the way out." Plátufelagið vrakaði Beatles, tí teir vóru so yesterday. Tvey ár seinni vóru teir altjóða stjørnur. Tað er ringt at spáa, serliga um tónleikin. Í gjár spurdi Niels Olsen í morgunsendingini: ”Er tað nakar sum tímir at fara eftir einum dreingi, sum spælir harmoniku?”
Hann helt, tað var lættari hjá dreingjunum, sum spældu guittar. Men hvat vita vit um framtíðina? Tey ungu í akkordeonorkestrinum hjá Tórshavnar musikkskúla eru í øllum førum kul. Og The Old Cranks eru ikki minni hugtakandi.
Enn einaferð: Hjartaliga til lukku við teimum 10 árunum.
Takk fyri, at vit vóru boðin við!
Og má tykkum verða langt lív laga!