Røður 2016


Fróðskaparsetur Føroya 

Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, tá ið hon bjóðaði vælkomin til almennan fund um framtíðarhølisviðurskiftini hjá Setrinum. Námsvísindadeildin 15. apríl 2016, kl. 14.00

Góði rektari! Góðu tit øll!

Eg fari við hesum at bjóða tykkum øllum vælkomnum til henda kunnandi fundin um hølisviðurskiftini hjá Fróðskaparsetrinum, sum kampusbólkurin hevur bjóðað til. Hesin bólkurin, sum er settur at koma við eini ætlan fyri, hvussu vit skipa framtíðar lestrarkarmar- og bústaðir til lesandi í økinum.

Vaknandi húsafasadur, nú náttin er deyð. Spyrja hvønn annan, hvar fáa vit nú morgunbreyð..

Mong eru vit, sum kenna okkum aftur í huglagnum í yrkingini um súrligar nætur í Keypmannahavn hjá Kára P. At vera ung, víðopin og viðbrekin og so fantastiska livandi. Sansirnir standa at bresta. Alt er fyrstu ferð. Hjartarøturnar trilva eftir kjølfesti. Úti á Langabrúgv. Á Oyrasundi. Soleiðis var, tá ið eg var lesandi fyrst í 90’unum. Fingu ein pakka við føroyskum bløðum, mati og Cadbury sendandi av og á, eina telefonsamrøðu sunnudag og eina ferð heim á sumri. Og mong vóru vit, sum komu heim aftur. Men langt frá øll.

Í miðal verður sagt, at helmingurin kemur ikki heimaftur. Finna sær ein dana. Keypa ein andeil og gerast partar av kreativa speltsegmentinum í danska høvuðsstaðnum, virka sum námsfrøðingar og sálarfrøðingar, lærarar og granskarar, sjúkrasystrar og sosialráðgevar, læknar og verkfrøðingar, arkitektar og advokatar. Byggja land, annað land. Og tað er gott, at okkara ungu finna eydnuna, men hvat hevði tað verið gleðiligt, um fleiri komu heim aftur eftir loknan lestur.

Okkara størsta avbjóðing sum samfelag er at skapa einar yngri Føroyar. Einar Føroyar, har ungdómurin trívist og festir rót. Ikki harvið sagt, at tey ikki skulu leita sær uttanlands at nema sær kunnleika og lívsroyndir. Men tey skulu helst koma heim aftur við skjáttuni fullari av vitan og royndum, børnum og makum – heim til ommurnar og abbarnar, heim at byggja land – at byggja heimland.

Hesa avbjóðing skulu vit taka í størsta álavara. Okkara ungu skulu ikki leita sær burtur, tí tey kenna seg rikin av landinum vegna vantandi valmøguleikar her heima. Vit skulu bjóða nógvar ymiskar útbúgvingar og lestrarmøguleikar her heima. Vit hava víðkað munandi um útboðið síðstu árini, og henda gongd skal halda fram. Soleiðis kunnu okkara ungu velja at lesa her heima burturav, ella at kombinera lesnaðin við at taka ein part her og ein part aðrastaðni. Vit eru longu á beatinum har, og skulu áhaldandi víðka um útboðið og eisini útbyggja samstarvið við aðrar lærustovnar, umframt at vit mugu gagnnýta tøkniligu møguleikarnar til okkara fyrimum: Smá, fá og fjarðskotin, sum vit eru, kunnu vit, um rætt verður farið fram, fáa gleði av, at til ber at lesa hvat sum helst, hvar sum helst og nær sum helst í dag. Málið skal tí vera, at kampus Føroyar verður lestrarligi miðdepilin fyri okkara ungu, har vit kunnu bjóða eitt spennandi, mennandi og nútímans lestrarumhvørvi. Har okkara ungdómar lesa, liva og knýta vinarbond fyri lívið. Har okkara starvsfólk undirvísa og granska og fáa fakligar avbjóðingar, og har útlendsk lesandi leita sær útbúgving, vitan og sambond tvørtur um lond og fakmørk.

--

Men hetta krevur, at hølisviðurskiftini hjá setrinum batna munandi, tí tey eru als ikki nøktandi sum er. Arbeiðsbólkurin, sum hevur bjóðað inn í dag, hevur fingið til uppgávu at greina hesi viðurskifti. Í fyrstu atløgu skal arbeiðsbólkurin leggja eina frágreiðing fram nú í mai, og hana gleði eg meg til at lesa.

Vit kunnu ikki droyma um, at Føroyar verða fremsta lestrarlandið hjá okkara ungu, um vit, aftaná 50 ár, framvegis ikki hava hóskandi fysiskar karmar at bjóða teimum. Sjálvsagt vigar innihaldið í útbúgvingunum mest, so okkara útbúgvingar samsvara við líknandi útbúgvingar aðrastaðni.

Men teir fysisku karmarnir skulu eisini vera í lagi – og tað eru hesir, sum verða viðgjørdir her í dag. Og eg haldi, at eg kann siga, at øll tann politiska skipanin bæði á Løgtingi og í landsstýri er samd um, at her skal okkurt gerast í næstum, serliga fyri at savna tær mongu útbúgvingrnar, sum í løtuni húsast kring allan býin, og fyri at fáa til vega bíligar og góðar lestrarbústaðir í setursumhvørvinum.

Tað vil so vera, at tá ið slíkt arbeiði verður sett í gongd, skulu og vilja øll sjálvandi hoyrast: politikarar og borgarar, lærarar, starvsfólk og grannar, og ikki minst studentarnir sjálvir.

Fundurin í dag er liður í hesum arbeiði:

at kunna um gongdina hjá arbeiðsbólkinum,

at fáa viðmerkingar frá teimum ‘avvarðandi’,

at lurta eftir teimum, sum hava vitan um slíka bygging og slík viðurskifti, og

at fáa hugsot frá teimum, sum í framtíðini skulu starvast í einum samlaðum setursumhvørvi her á Frælsinum.

Tað gleðir meg at síggja í skránni, at millum røðararnar er eisini umboð fyri Ráð teirra lesandi.

Nú skal eg ikki standa her og siga arbeiðsbólkinum, hvat hann skal skriva og gera. Eg bíði í spenningi eftir tekstinum. Tó okkurt smávegis kann eg tó tríva í til høvi:

Eg nevndi grannar í áðni.

Tað er soleiðis, at vit hugsa okkum eitt framtíðar ‘setursumhvørvi’ her á Frælsinum, her sum vit so líðandi í umleið hundrað ár hava bygt upp eitt umhvørvi av lærdóms- og vitanarstovnum.

Sjálvandi er tað avmarkað, hvussu nógv kann gerast á fermetrunum, sum liggja millum Debesartrøð og Frælsið.

Mann kann siga, at tá ið tey í 1920-unum gjørdu av at byggja eini hús úti á Debesartrøð, sum skuldu hýsa bókasavni, skjalasavni og fornminnissavni, var tað ikki av tilvild.

Tá  tóku tey alt ‘fjallið’, um man so kann siga, og settu kanska – enn dagin í dag – prýðiligasta bygningin í landinum á hetta stað.

Eg hugsi um gamla bókasavnið, har rektarin í dag heldur til við sínari umsiting.

Mann kann siga, at tá í tíðini litu tey seg eisini íkring og sóu, at her var ‘bæði høgt til loft og vítt til veggja’.

Og eg giti, at tey hugsaðu, at uttanum hesi húsini kundi nógv virksemi av øðrum andaligum slag eisini ligið.

Hyggja vit at økinum her úti í dag, kunnu vit skjótt staðfesta, at á Debesartrøð og á Múllerstrøð og á Frælsinum er longu komið eitt lærdóms- og vitanarsetur.

Tað byrjaði við Háskúlanum, sum varð fluttur úr Føgrulíð í Hornabø.

Síðani kom bókasavnið.

Og siðani Sjómansskúlin, nú Vinnuháskúlin.

Síðani Fróðskaparsetrið, Venjingarskúlin og Læraraskúlin.

Og Heilsufrøðiliga Starvsstovan og nýggja Landsbókasavnið.

Og at enda Havstovan.

Einki av hesum er komið av tilvild ella uttan stríð. Og onkur orsøk man vera til, at so nógvir stovnar av hesum slag, sum árini eru liðin, eru lagdir ‘í runding’ uttan um vakra gamla bókasavnsbygningin hjá Tórgarð, arkitekti, á Debesartrøð.

Í dag eru fermetrarnir vorðnir alt ov fáir og bygningarnir ov smáir til alt tað virksemið, sum her fer fram. Tí má gerast okkurt.

Og nú er lagamanni aftur at hugsa rúm og gagnið av rúmum. Og enn einaferð taka støði í, at eitt virðiligt bókasavn skal vera kjarnin í andliga lestrarumhvørvinum.

Ynskiligt er, at virksemið og samstarvið millum stovnarnar, sum higartil er bygt upp, í størstan mun, heldur fram, og at hetta eisini verður útbygt og ment, soleiðis at brúkarin, studenturin, borgarin, undirvísarin, granskarin og grannin merkja, at her grør um gangandi fót.

Við vón um, at sangurin hjá Kára P einaferð í framtíðini eisini kann lýsa dámin av livandi lestrarumhvørvi her úti á Frælsinum.

”Og Landavegur leingist av longsli har yvir man skal

á tínum kamari kunnu vit helst sova væl.”

Ja, at Føroya ungdómur fær sínar egnu súrligu nætur í lestrarbýnum Havn.

Tí soleiðis byggja vit land.

Takk fyri.

 

Mynd: Arbeiðsbólkur