Røður 2016


Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, hildin hósdagin 5. mai 2016, í svimjihøllini í Gundadali

Góðu  svimjarar,  viðhaldsfólk og fyriskiparar

Tað er mær ein heiður at seta FM meistarastevnuna á stuttgeil 2016. Hesar næstu dagarnar fara okkara evnaríku ungu svimjarar at kýta seg og geva alt, ið tey eiga. Kappingin er hørð, og vónin er stór um at svimja seg á landsliðini til Evropisku JuniorMeistarastevnuna í Ungarn í summar og til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung í Finnlandi. Hetta er eisini ein heilsan til tykkum, sum longu hava svomið tykkum til evropisku meistarastevnuna í London um góða viku.

Svimjihópurin er ógvuliga góður, tíðirnar er góðar, og 2 av tykkum, sum luttaka, hava svomið tykkum til gullnálir! Tað er spennandi at fylgja við í menningini av ítróttargreinini og haraftrat gleðiligt,  tá tað gongur væl hjá einstøku svimjarunum. Ítróttur kann, um nakað, savna tjóðina, bæði til gamans og til álvara. Mong eru spent savnað her rundan um hylin, og heima í stovunum sita eisini mong spent og fylgja við á sjónvarpsskíggjanum.

Svimjing fevnir víða um alt frá morgunfrúum til pinkubarnasvimjing, havsvimjing, parasvimjing, skúlasvimjing til meistarasvimjing. Vit kunnu øll vera við, øll sum trívast í vatni. Tað gevur styrki til likam og sál at røra seg í vatninum. Og tá tað gongur sum eftir ánni hjá einum svimjara, breiðir tað seg sum ringar í vatninum.

Flestu av okkum kunnu taka nøkur svimjitøk, men at gerast ein góður svimjari ella úrvalssvimjari, tað er ikki bara sum at siga tað.

At gerast ein góður svimjari krevur harða venjing dag og dagliga, góðan sjálvsaga, treiskni, treysti og ikki minst hug og vilja. Eg havi størstu virðing fyri allari tí orku og øllum tí arbeiði, tit leggja í tykkara ítróttagrein og fyri teimum flottu úrslitum, tit røkka.

Hesar dagarnar, kappingarnar eru, luttaka 76 svimjarar úr 6 feløgum, og svimjararnir fara at kappast einar 495 ferðir tilsamans í 42 kappingum. Spennandi verður, um okkurt nýtt met verður sett aftur í ár. Vit fara spent at fylgja við Føroya ungdómi hesar dagarnar og fara at fylgja tykkum, tá tit fara víðari á meistarastevnur í Norðurlondum, Evropa og sjálvt í Suðuramerika, har vit sjálvandi eisini fara at fylgja Páli Joensen, tá hann svimur á OL í august.

Eg fari at enda at ynskja øllum nakrar góðar meistarastevnudagar og tykkum svimjarum bestu eydnu!

Við hesum orðum er FM meistarastevnan á stuttgeil 2016 sett, takk fyri.