Røður 2016


Góðu skúlastýrislimir

Tit eru fólkavald í eini fólkaræði, fólkaskúlanum at frama. Hetta eru trý gylt hugtøk, fólkavald, fólkaræði og fólkaskúlin. 

Fólkaskúlin er grundstøði undir allari útbúgving og læring, men hann er eisini grundstøði undir okkara fólkaræðið og, ikki minst, okkara norðurlendsku vælferð. 

Tað er ikki av tilvild, at Norðurlond eru millum tryggastu, ríkastu, friðarligastu, javnastu og mest framkomnu samfeløg í heiminum, og tað er ikki av tilvild at vit hava ein ókeypis og rúmligan skúla fyri øll, høg og lág, har fakligheit og trivnaður ganga hond í hond.

Fólkaskúlin er ongin tilvildarlig uppfinning. Skúlin er og skal alla tíðina vera í støðugari menning, so hann livir upp til dagsins krøv og dagsins tørv, samstundis sum vit mugu at halda fast í, at vit fáa onga læring uttan trivnað, og ongan trivnað uttan læring. 

Flokkurin er eitt minisamfelag, har næmingarnar venja sínar fólkaræðisligu førleikar frá fyrsta degi. 24 børn verða sett inn í ein kassa í níggju ár, og har skulu tey læra at halda hvønn annan út, at samstarva og at mennast saman. Væl vegleidd av einum flokslærara, sum kennir næmingarnar, ikki bara fakliga, men eisini persónliga. 

Hví hava vit floksstovur, og ikki fakstovur? Tí flokkurin er miðdepilin. Hví bólka vit ikki næmingar eftir førleikum? Tí vit duga øll okkurt, men ongin dugir alt. Hví vilja vit hava skúlan fyri øll? Tí øll eru partur av fólkinum, og skulu vit fáa eina blómu til at blóma, skulu vit ikki broyta blómuna, men umhvørvið, hon veksur í. Hví skulu vit hava læraraútbúgvin skúlafólk? Tí tað snýr seg ikki bara um fak, men eisini um pædagogik, didaktik og sálarfrøði. Hví brúka vit ikki fleiri royndir enn vit gera? Tí tá er vandi fyri, at vit leggja og stóran dent á alt tað, sum kann mátast, og ikki alt hitt týdningarmikla, sum hendir millum menniskju, og sum ikki letur seg máta. 

Skúlin fyllir næstan alt í lívinum hjá børnum, og tí skulu foreldur og skúli eisini samstarva um, hvønn skúla børnini fáa. Foreldrini eiga børnini, og vilja teimum alt tað besta, og foreldrini og heimini ávirka eisini børnini mest. Kanningar vísa, at 70% av tí, sum børn læra frá 0 - 12 ár, læra tey frá foreldrunum. Og kanningar vísa eisini, at børn, hvørs foreldur eru virkin og áhugað í skúlanum, spyrja um skúlan, og taka lut í skúlatiltøkum – tey bønini læra betur. 

Sum sagt, so ganga trivnaður og læring hond í hond, og barnið skal hava hóskandi avbjóðingar, sleppa at royna sínar førleikar bæði fakligar, menniskjansligar og hugsjónarligar, og skal mennast í einum tryggum og rúmligum sosialum felagsskapi. Hetta krevur nógv av okkum øllum, ið varða av fólkaskúlanum, men við felags stevi, har rúm er fyri ymiskleika, at seta orð á fatanir og góðkenna hugsanir hvør hjá øðrum, røkka vit langt. 

Skipanin við skúlastýrum skal tryggja foreldraávirkanina á skúlan. At foreldur, sum vilja mynda, taka lut og ábyrgd og ávirka tann lokala skúlan, kunnu bjóða seg fram og verða vald at umboða foreldrarøddina. Við broytingini av fólkaskúlalógini í 97 varð hesin týdningur av foreldraleiklutinum viðurkendur, og ásett var, at skúlastýri skal vera á øllum sjálvstøðugum skúlum í kommununi. Hetta var eitt stórt fólkaræðisligt framstig, tí sjálvandi skal skúlin eisini myndast av teimum heimum og virðum, sum børnini koma frá. 

Skúlastýrið hevur bæði eftirlit við og skal tryggja at mannagongdir verða gjørdar fyri skúlans virksemi. Skúlastýrið er við til at mynda skúlan, at skapa tann serstaka profilin, sum skal eyðkenna júst okkara skúla. Skúlastýrini eiga at vera ein samstarvspartur hjá skúlastjórunum í teirra arbeiði at leiða og fáa skúlans arbeiði at virka á fullgóðan hátt, at lyfta í felag og skapa góðar umstøður og virðing fyri skúlans arbeiði. Tað er hetta arbeiði vit skulu vera felags um.

Eitt er at vit brynja skúlastýrini til sítt arbeiðið. Men skúlaleiðslurnar mugu eisini duga at brúka skúlastýrið á skilagóðan hátt. Tí fara vit í summar undir at førleikamenna skúlaleiðslurnar við einari skúlaleiðaraútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu, sum verður boðin út á Setrinum í samstarvið við diplomútbúgvingina á Handilsskúlanum. Her fara leiðslurnar eisini at nema sær kunnleika um fruktagott skúlastýrisarbeiðið. 

Men hvat kann eitt skúlastýrið? Og hvat skal eitt skúlastýrið ikki fáast við? Hetta er nakað av tí, sum vit fara at umrøða í dag, soleiðis at tit, nývaldu skúlastýrislimir, verða val ílætnir til hetta týdningarmikla álitisstarv.

Góðu tit, eg ynski tykkum hepna hond við arbeiðinum og samstavinum um tann góða skúlan fyri okkara børn.

Takk fyri.

Framløga hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, á evnisdegnum