Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, á aðalfundi hjá Felganum fyri kirkjuráðslimir leygardagin 4. mars 2016.
Tankar viðvíkjandi føroysku fólkakirkjuni
Fyrst av øllum fari eg at takka fyri, at eg vegna Føroya Landsstýri og Mentamálaráðið varð biðin at bera fram nakrar tankar um føroysku kirkjuna her á aðalfundinum í dag. Tað er mær ein heiður og æra.
Ein av mínum yndis yrkingum eitur Tíðin, og er hon eftir danska skaldið Benny Andersen. Leysliga føroyskað soleiðis:
Vit hava tólv ur í húsinum
Kortini slær tíðin ikki til
Man fer út í køkin
eftir kakaomjólk til sín klæntrasliga son
Men tá man kemur aftur
er hann vorðin ov gamal til kakaomjólk
krevur øl gentur kollvelting
Man má gera sær dælt av tíðini, meðan man hevur hana
Dótturin kemur úr skúla
fer út at lakka paradís
og kemur inn eina løtu seinni
og spyr, um man kann ansa tí lítla
meðan hon og maðurin fara til sjónleik
Og meðan tey eru til sjónleik
rykkir tann lítli við eitt sindur av stríði
upp í 3.g
Man má gera sær dælt av tíðini, meðan man hevur hana
Man fotograferar sína higartil ungu vív
við eldheitum sigoynaraturruklæði
og bakgrundin er eitt springvatn við vøkrum formum
men myndin er ikki meiri enn framkallað
tá hon sigur, at tað so smátt
er hennara tørn at fáa pensjón
so spakuliga vaknar einkjan í henni
Man vil so fegin gera sær dælt av tíðini
men hon hvørvur allatíðina
Hvar blívur hon av
Hevur hon nakrantíð verið har
Hevur man brúkt ov nógva tíð
til at drála við tíðini
Man má gera sær dælt av tíðini í góðari tíð
fjakka runt eina tíð uttan tíð og stað
og tá tíðin er komin
ringja heim og hoyra
“tú hevur ringt 95 94 93 92?
Eingin felagi hevur hetta nummarið”
Klik.
Henda yrking er úr savninum “Her i reservatet” frá 1971”, og eg haldi, at hon er so sigandi, sjálvt um hon er farin um tey 40 árini.
Benny Andersen rakar seymin á høvdið. Eg vænti, at tey flestu munnu kenna seg aftur.
Hann endurtekur fleiri ferðir, at tað ræður um at gera okkum dælt av tíðini, meðan vit hava hana, tí hon hevur tað við at hvørva ímillum fingrarnar á okkum. Tíðin er so stokkut.
Børnini vaksa og fáa sjálvi børn, og meðan vit eldast, spyrja vit støðugt, hvar tíðin blívur av. Áðrenn vit vita av, er okkara tíð lokin. Tað eru treytirnar hjá okkum menniskjum.
Men hvussu gera vit tað? Hvussu gera vit okkum best dælt av tíðini?
Tað svarar hann ikki uppá. Tað er upp til lesaran ella áhoyraran sjálvan at meta um.
Hvat kann eg gera, fyri at gera mær dælt av tíðini, meðan eg enn havi tíð.
Eg haldi, at henda 40 ára gamla yrking er ikki bara sonn enn tann dag í dag – nei, hon verður faktiskt bara sannari, sum tíðin líður. Seinastu 40 árini er ferðin í samfelagnum vaksin støðugt. Og vit blíva við at koyra meiri ferð á. Alt skal ganga skjótari. Verða effektivari. Alt skal vaksa og økjast. Samfelagið, sum einaferð var einfalt, er nú blivið sera komplekst, og tað umskapast allatíðina við eini øgiligari ferð. Sjálvt frá mánað til mánað síggja vit broytingar. Nýggjar uppfinningar. Sum skulu fáa tingini at ganga enn skjótari.
Men tá nú alt er blivið so effektivt, hava vit so betri tíð? Duga vit betri at gera okkum dælt av teimum dýrabaru og avmarknaðu døgunum, okkum eru untir her á fold?
Nei, mugu vit tíverri staðfesta. Úrslitið av hesum mangan flákruta mátanum, vit í dag liva, er kanska heldur tvørturímóti, at vit lættari gerast rótleys. At okkara tilveru manglar tyngd og støðufesti. Umskifting alla staðir eygað sær, yrkir Victor Danielsen. Hevði hann bara vitað, hvussu tað er vorðið í dag.
Vit hava ikki reiðiliga stundir at grunda á lívsins stóru spurningar, tí teir smáu spurningarnir upptaka okkum í so stóran mun. Hvat skulu vit eta til døgurða í dag? Hvussu klári eg at gera dagsins arbeiðsbunka lidnan í dag og samstundis heinta børnini, áðrenn klokkan slær til ringa samvitsku? Nær skal eg venja til maratonið, sum eg droymi um at renna – og skal køkurin málast kremhvítur ella ráhvítur?
Vit verða hvønn dag - allan dagin - bombarderað við smáum spurningum, vit skulu taka støðu til. Vit verða hvønn dag – allan dagin - mint á, hvat vit eiga at náa og gera, um vit skulu vera við.
Og hesar støðugu áminningarnar, um alt vit skulu náa, koma, meðan vit skunda okkum og skunda okkum - og renna skjótari, enn vit í grundini orka.
Men har er tað, at kirkjan kemur inn í myndina, sum ein neyðug og týdningarmikil mótvekt. Tá eg hugsi um Fólkakirkjuna, síggi eg eitt kjølfesti, sum dagliga resið ikki bítur á. Eina andliga forankring, sum er hevjað uppum teir smáu spurningarnar og ístaðin viðger lívsins og ævinleikans stóru spurningar. Teir, sum veruliga hava týdning, men sum vit ikki náa at hugsa um í gerandisdegnum.
Og Fólkakirkjan megnar meiri enn tað – hon røkkur enntá út um tíðaravmarkingarnar, sum eru treytirnar hjá okkum øllum.
Fyri meg er tað ein ómetaligur tryggleiki í at stíga um gomlu slitnu trægáttina í Havnar Kirkju.
Tað er ein tryggleiki í at vita, at her var oldurabbi borin til dóps. Her var langabbi borin til dóps. Her var omma borin til dóps. Her mamma var borin til dóps. Har eg sjálv var borin til dóps. Har sonur mín var borin til dóps. Og at kirkjan er karmurin um fermingar, vígslur og gáttin, har vit øll verða borin út á okkara seinastu ferð. Øll gróðursett í somu livandi keldu, sum er størri enn hvørt einstakt okkara. Ja, í kirkjuni kenna vit hitan av hondum, ið sleptu.
Tá ger tað brádliga ikki so nógv, um børnini gerast vaksin, ella um konan so smátt er farin at fyrireika seg at gerast einkja, sum Benny Andersen orðar seg. Tá eru vit øll partur av somu heild – av somu rót. Tá verður perspektivið flutt frá mínum egna lítla nalva – og eg síggi knappliga stóru myndina. Tað gevur tryggleika, meining og rótfesti. Og ikki minst takksemi fyri lívið.
Vesturlendsku samfeløgini eru í stóran mun skipað fyri einstaklingin. Hóast vit hava samhaldsfastar skipanir og sosialpolitikk, so leggur bygnaðurin í vesturheiminum upp til, at vit sjálvi eru tað týdningarmesta í okkara lívum. Heimurin snýr seg um okkum og gongur út frá okkum.
Men í kirkjuni, og í livandi orðinum, sum har verður prædikað, verða vit mint á, at tað er nakað, sum er størri enn vit. At vit eru ein lítil partur av eini heild. At vit eru ein partur av eini langari søgu, og eini langari røð av ættarliðum, sum eru komin og síðani sokkin undir mold. Og helst hava øll hugsað, at lívið kendist alt ov stutt – og at tíðin rann alt ov skjótt. Men ætt eftir ætt hoyrdi tó sama lag.
Eg haldi, at tað hevur týdning fyri okkum, at vit verða mint á tað. At vit fáa tikið eyguni av øllum tí, vit sjálvi skulu megna og klára og náa, og í staðin geva okkum stundir at hyggja inneftir og uppeftir. At grunda og reflektera.
Sjálvt um vit í gerandisdegnum onkuntíð kunnu kenna okkum sum hundar, ið renna eftir okkara egna hala, tí samfelagið er soleiðis innrættað, so er kirkjan eitt frírúm fyri hesum yvirfladiska stríðnum. Her valdar eitt slag av góðum og meiningsfullum tíðarloysi, sum er ómetaliga týdningarmikið. Ja her kunnu vit á bestan hátt gera okkum dælt av tíðini.
Summi eru so altrá eftir at modernisera kirkjuna, ritualini og siðvenjurnar. At hon skal peppast upp fyri at tekkjast teimum ungu, sum seta onnur krøv, enn eldru ættarliðini gjørdu. Kirkjan er avoldað og stirvin og treingir til dagføring, verður sagt.
Og her halda tit kanska, at Rigmor Dam, sum annars er rættiliga progressiv og modernað, gongur á odda fyri øllum hugsandi hugskotum og umskapanum. Men har fara tit skeiv. Tí eg meti tað vera eina stóra styrki, at kirkjan hevur so sterkar siðir. At hon ikki flákrar í vindinum sum alt annað, men at hon er kletturin í okkara annars so umskiftiliga heimi, har meiningsloysi lættliga hertekur okkara avmáldu livitímar. Ja, umráðandi er, at eg upplivi tað sama, sum langabbi, tá ið hann steig inn um kirkjugátt.
Og tað er serliga ein uppliving av, at vit í kirkjuni kunnu finna frið mitt í øllum ófriðinum.
Og friður er veruliga eitt av lyklaorðunum fyri kirkjuna. Vit fáa ikki bara likamligan frið, tá vit seta okkum í kirkjustólin at lurta - og vit fáa ikki bara frið í sinnið, tí vit eina løtu kunnu doyva alt tað, sum støðugt melur í høvdinum og kring okkum – at vit eisini finna sálarfrið í kirkjuni.
Eitt sum mær hóvar so væl við kirkjuni, er, at øll kirkjufólk kunnu hava tilknýti til ein ávísan prest, og tað er nakað grundleggjandi gott og álitisvekjandi við, at sóknarprestur ikki er hvør sum helst, sum – sagt í gásareygum – “bara” trýr av einum góðum hjarta. Men at hann ella hon haraftrat er ein gudfrøðingur, sum hevur embætisskyldu til, sum gudfrøðingur at boða Guds orð, samsvarandi trúarlæru kirkjunnar, sum, hóast hon liggur føst, eisini skal boðast inn í samtíðina. – Einsamøll er ein slík fyriskipan for turrislig og soltin til at halda lív og anda í einum heilum, livandi trúarsamfelagi. Men hetta er eitt fantastiska gott grundarlag, sum missiónin, aðrir fríir kirkjuligir felagsskapir, tey sjálvbodnu í kirkjuni – og enntá eisini trúgvandi uttanfyri fólkakirkjuna – hava at halda seg til, ýta seg av eftir, og virka saman við og upp ímóti.
***
Til menniskjað hoyrir jú bæði likam, sinni og sál – og bara í kirkjuni kunnu vit finna frið til allar tríggjar partarnar.
Í eini av sínum vígslutalum fyri einum nýggjum presti, lýsti Jógvan Fríðriksson, bispur, uppgávuna hjá kirkjuni soleiðis: "At vera sálarhirði, veita menniskjum sálarrøkt, vegleiðing og hjálp fram til æviga hvílu í trúnni á Jesus sum Harra og frelsara. At stimbra og ugga, at áminna og rættleiða."
Hetta at veita sálarrøkt er ein av vakrastu og mest týðandi uppgávunum hjá Fólkakirkjuni. Orðið sjálvt, sálarrøkt, kemur úr týskum, har tað verður rópt seelsorge, og tað er vert at leggja til merkis, at orðið á týskum hevur fleiri týdningar, ikki einans sálarrøkt, men eisini sálarumsorgan.
Hetta at vísa umsorgan fyri sálarstøðuni hjá fólki kann skiljast sum nakað annað enn tað at røkja sálina. Ja, kanska er tað í roynd og veru ein meira krevjandi og ábyrgdarfull uppgáva, tí tað krevur, at vit góðtaka ymisleika sum grundstøði undir samskiftinum. Skalt tú veita umsorgan, mást tú góðtaka og virða næsta tín, júst so sum næsti tín er, heldur enn døma hann eftir einum mátistokki, sum givin er frammanundan.
Tá ið vit tosa um røkt og tað at røkja, antin tað snýr seg um at skula blíva frískur ella um at ansa eftir ikki at slítast niður, so hava vit ofta diagnosur ella mátistokkar, sum vit nýta. Tað er ítøkiligt.
Men umsorgan er í hesum ljósi meira fevnandi, kanska eisini minni rættleiðandi, og er tað nakað, sum skal eyðkenna Fólkakirkjuna, so er tað júst tað, at hon er fevnandi og vísir umsorgan.
Tað hevði menniskjað tørv á, tá Fólkakirkjan varð grundløgd – og tað hava vit helst í enn størri mun tørv á í dag.
***
Í lívsins størstu løtum, tá okkara grundvøllur kollveltandi broytist, leita vit í kirkjuna. Tá vit eru hálvvaksin og klár at stíga út í vaksnamannalívið. Tá vit giftast. Tá vit fáa børn. Tá vit missa.
Í teimum størstu løtunum í lívinum hava vit tørv á ritualunum, á óumskiftiliga boðskapinum og á opnu ørmunum. Vit hava tørv á, at ein grundvøllur er, sum alt okkara lív, er hin sami.
Júst tí at okkara gerandisdagur í stóran mun er merktur av kensluni, sum liggur í yrkingini hjá Benny Andersen, at lívið bara hvørvur, og alt, sum vit halda okkum eiga, broytist og umskapast – og at enda eisini forferst – hava vit brúk fyri einum kjølfesti.
***
Fólkakirkjan er og skal vera ein breið kirkja, ið skal kunna rúma øllum, sum trúgva samsvarandi lærugrundarlagnum hjá fólkakirkjuni.
Breiddin ger, at vit, sum eru so ómetaliga mong og so ómetaliga ymisk – vit kenna okkum heima í fólkakirkjuni, og finna ugga, styrki og íblástur í boðskapinum.
– Breiddin tryggjar eisini, at kirkjan heldur fram við at vera ein livandi, viðkomandi kirkja. Harvið ikki sagt, at øll skulu látast samd fyri einhvønn prís, tí um vit øll eru samd um boðskapin, so er hann helst antin óviðkomandi ella útvatnaður.
Nei, styrkin er at tola, vilja og viðurkenna ymiskleikan, samstundis sum vit standa saman um tað mest grundleggjandi. Vit hava brúk fyri hvørjum øðrum til at hvessa okkum vitið, styrkja lív og samleika okkara í dagsins samfelag.
Men henda styrki er treytað av, at samskiftið virkar, og sínámillum virðingin er í hásæti, so at eingin doyvir hvønn annan, men at vit øll mynda fólkakirkjuna, bæði inneftir og úteftir.
***
Í løtuni er kirkjan drigin inn í ein politiskan dyst, sum eg her ikki skal koma inn á. Men nógv verður tosað um, hvør politiska skipanin skal og kann lóggeva inn í fólkakirkjuna ella ikki.
Í mínum hugaheimi er tað grundleggjandi ein positivur tanki, at vit hava eitt stuðlandi samband millum politisku skipanina og kirkjuskipanina. Tað er tó altavgerandi, um hetta sambandið skal eydnast, at partarnir halda tað átrúnaðarliga úr politikkinum, og politikkin úr átrúnaðinum.
Hetta hevur søguliga givið bæði kirkjuni og politisku skipanini nakrar heilt serstakar dygdir.
Men vit mugu alla tíðina hava fyri eyga, at hetta er eisini ein djørv og sjáldsom konstruktión.
Og tí er tað ikki ein sjálvfylgja, at henda skipanin kann blíva við at liva og trívast.
Kirkjan og politiska skipanin eru – meira enn flestu onnur pør – eitt sera ómakað par.
Politikkur snýr seg um menning og um støðugar broytingar. Fjórða hvørt ár verður alt kollvelt, og ímillum valini er uppgávan hjá politisku skipanini at fremja broytingar. Raðfestingar. Og menning.
Kirkjan snýr seg beint øvugt um tryggleika, støðufesti og sterkar siðir, sum ikki mugu broytast ov nógv.
Og tá parið er so mikið ómakað er alneyðugt, um vit ynskja eitt ríkt og eydnusamd parlag, at báðir partar duga at virða hin partin og at vísa hógv.
Í eini grein herfyri vísti biskupur á, at bæði kirkjan og politiska skipanin mugu minnast til, at tann dagin, tá annar parturin ikki longur kann virða grundleggjandi virðini hjá hinum partinum, so er ikki annar vegur, enn at royna at skiljast sum vinir.
Sjálvt um tey ikki munnu vera mong, sum verða skild, tí at tey eru vinir!
Men vit politikarar mugu tí ansa eftir, at vit ikki órógva kirkjuna ella noyða broytingar inn í hana, sum kirkjan ikki sjálv ynskir.
Tað kann vera ringt. Tí samfelagið skal jú mennast og til tað krevjast støðugar politiskar broytingar. Kanska hava vit lyndið av og á at fara ov langt við ymsum broytingum. Onkuntíð eru vit ov bráð. Men kirkjan má fáa frið, um hon framhaldandi skal kunna geva okkum tann friðin og tryggleikan, vit so stórliga hava tørv á.
“Man má gera sær dælt av tíðini í góðari tíð”, segði Benny Andersen. Ein góður máti at gera sær dælt av tíðini, har vit veruliga merkja og varnast tíðina – bæði farna tíð, verandi løtu og komandi dagar - er við at fara í kirkju. Tað kennist ongantíð, sum tíðin er horvin millum fingrarnar, tann tíman, kirkjugongdin vanliga varar.
Og tí vil eg at enda hjartaliga takka tykkum øllum fyri tað stóra, avgerandi og ósjálvsøkna arbeiðið, tit gera fyri kirkjuna.
Vit hava í dag eina góða og sterka kirkju. Men skal hon framhaldandi hava hesa støðuna, krevur tað, at vit hvør í sínum lagi gera okkara til at lívga og styrkja hana, bæði gerandis og heilagt. Mín greiða fatan er, at tí viðvíkjandi stendur grundleggjandi væl til nú, og at tí er kirkjan sterk. Sum eingilskmenn plaga at siga “If it aint broken, dont fix it”.
Takk fyri.
Myndir:
Ovara myndin hevur Hilmar Jan Hansen tikið
Niðara myndin hevur Tórður Mikkelsen tikið