Røður 2016


Aðalfundur Føroya Lærarafelags 16. apríl 2016

Góðan morgun øll somul. Góðu lærarar og leiðslur og tit í nevnd Føroya Lærarafelags. Eg fegnist um at fáa høvi til at bera tykkum eina heilsan á aðalfundi tykkara og takki samstundis nevnd Føroya Lærarafelags fyri innbjóðingina.

Tá ið umræður fólkaskúlan eru vit øll fyrstahondskeldur, og hetta er helst orsøkin til, at vit øll hava eina meining um skúlan. Hann er jú okkara fólkaskúli, sum flestu okkara tíbetur kenna okkum at eiga lut í – og vilja honum tað besta.

Fólkaskúlin – avbjóðing, læring, samvera og kveiking

Fólkaskúlin er bulurin í fólkaræðisliga samfelagnum. Og fólkaskúlin leggur lunnar undir menning barnsins frá 6 til 7 ára aldri.

Krøvini til skúlan eru stór í dag. Og krøvini til okkara ungu eru eisini stór. Hevur tú ikki ognað tær fjølbroyttar førleikar í skúlatíðini, er torført at finna fótafesti – bæði í útbúgvingarskipanini, á arbeiðsmarknaðinum og í tilveruni sum heild.

Fólkaskúlin skal hava høga politiska raðfesting og vera bæði námsfrøðilga og fakliga á einum høgum støði. Umframt at tryggja børnunum eitt gott barnalív og eitt gott framtíðarlív, skal hann gera tey ungu før fyri at taka avgerðir og vera tilvitað um samfelagsviðurskifti, og spælireglurnar í einum demokratiskum samfelag, at taka ábyrgd, at virka saman við øðrum og at duga at seta orð á sínar dreymar, hugsanir og ætlanir.

Heimurin í dag er so ómetaliga kompleksur, og vit hava ikki somikið sum hóming av, hvat framtíðin hevur at bjóða – tíansheldur, hvørjar førleikar og eginleikar krevjast av framtíðar borgarum – og nú tosi eg bara 10-15 ár fram.

Tó vil eg siga, at um vit kunnu geva børnum okkara tann eina fína førleikan: at rúma og virða onnur menniskju, aðrar meiningar og áskoðanir, so er væl sloppið.

Tað var tann tíð í europeiskari søgu, har kríggj og klandur, hópdráp, neyðtøkur og niðurbrenningar stóðu uppá í, ja, vit plaga at siga í heili 100 ár, tí fólk vóru ósamd um trúðarspurningar. Eftir at protestantar og katolikkar høvdu stríðst øll hesi áratíggju, lógu risastór landøkið í oyði og órøkt, og tað tóktist sum ongin endi var á ræðuleikunum.

Burturúr rúkandi øskuni, úr leivdum og toftum, reistist tá ein andi, ein upplýsingarandi, sum savnaði stríðandi partarnar kring borðið, har teir samdust um – ja, hvat? Um, at ræðuleikarnir máttu fáa ein enda. Og einasta amboðið at røkka hesum málið var semjan um, at tað er í lagi at vit eru ósamd! Og í kjalarvørrinum á hesum fingu vit mannarættindasáttmálan og onnur borgararættindi, sum tryggja okkara trúðarfrælsi, talufrælsi, skrivifrælsi og onnur rættindi – og sum frá leið eisini fólkaræðið, andsfrælsi, tolsemi, víðskygni og onnur demokratisk amboð, sum skulu tryggja, at allir borgarar hava møguleikan at skapa sær tað góða lívið, so leingi tað ikki gongur út yvir onnur – og at hetta skulu vit tola, vit medborgarar – medmenniskju.

Tí vil eg endurtaka: At um vit megna at geva børnum okkara henda eina fínasta førleikan við á leiðini: at virða onnur menniskju og ymsar meiningar, so skapa vit góðar virknar demokratar, sum vit vónandi eisini fáa brúk fyri í framtíðini – ikki bara her hjá okkum, men vónandi kring allan heim.

Sitandi samgonga hevur sett sær fyri, at ongin skal detta niðurímillum. Tað verið seg í skúlanum og á øllum øðrum pallum í samfelagnum, har meginreglan er, at øll skulu við. Fólk skulu ikki detta niðurímillum av fíggjarligum ávum, av heilsuávum, vegna sosialar umstøður, bústaðarneyð, brek ella aðrar avbjóðingar. Øll skulu við.

Tí er avgerandi, at allir næmingar fáa møguleika at menna sítt potentiali í felagsskapinum, at fólkaskúlin er rúmligur og kveikjandi í sínum virksemi, og at tann námsfrøðilgi parturin og professionella tilgongdin í læringini hevur stórt pláss.

Av átøkum, sum eg sum landsstýriskvinna arbeiði við og havi sett á dagskránna næsta skúlaár, eru:

Eftirútbúgving og kveikingardagar

Bæði lærarar og leiðsla hava tørv á íblástri og fakligari uppstigan, so vitanin áhaldandi verður dagførd. Umráðandi er at fylgja við, hvat hendir á útbúgvingarøkinum, eisini í okkara grannalondum, og at hava rúm og tíð at halda seg ajour fakliga og námsfrøðiliga. Skipað førleikamenning av lærarum og leiðslum eru tí millum fremstu átaksøkini innan skúlaverkið.

Sum tit vita, varð lagt fyri við felags happingartiltaki, har allir lærarar landsins hittust á ráðstevnu um hetta týðandi evnið. Líknandi lærarardagar verða eisini komandi ár, og eru tit sjálvandi vælkomin við hugskotum um evni, sum kundu verið viðgjørd.

Leiðsluútbúgving

Leiðsluleikluturin hevur avgerandi týdning, tí leiðslan skal ganga í strategiska arbeiðinum og yvirskipaðu námsfrøðiligu visjónunum fyri skúlan. Hon skal stinga út í kortið, skapa felags fatan, ognarskap og fylgisskap. Tað hevur í mong ár verið stórur tørvur á leiðsluútbúgving fyri leiðslur og varaleiðslur skúlans, so vit eru nú farin undir at fyrireika leiðsluútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu, læring og fyrisiting. Ein útbúgving við fleiri leiðsluligum førleikum, herímillum ástøðiligum  og metodiskum innliti í t.d. at leiða læring og sjálvleiðandi starvsfólk, sum lærarar, námsfrøðiliga starvsfólkamenning, skúlamenning og námsføðiliga menning sum heild. Málið at leiða í lærandi stovninum er fyrst og fremst at læra at leggja sína leiðslu soleiðis til rættis, at allir partar starva fram móti tí yvirskipaða og felags málinum, at næmingarnir læra so nógv sum gjørligt og trívast so væl sum til ber.

Lesimenning

Lesimenning og málsligur førleiki hjá børnum og ungum eru øki, sum eg raðfesti høgt. Í næstum verður tí farið undir landsumfatandi átak, har tey mongu, sum varða av málsligari menning hjá børnum og ungum, verða boðin við í tilgongdina.

Málið er ein týðandi liður í menning og virkisførleika hjá tí einstaka. Tað er okkara demokratiska amboð, okkara liður í samskifti, læring og hugsavnan, at seta orð á lívsins viðurskifti, bæði persónlig, í felagsskapinum og tí, sum rørist rundan um okkum.

Málslig menning og lesing hanga eisini neyvt saman, tí er tað so umráðandi at menna málførleikan hjá børnum. Lesing er eitt tað týdningarmiklasta amboðið í flestu lærutilgongdum, í samfelagsviðurskiftum og arbeiðslívi. John Hattie ein av heimsins leiðandi granskarum vísir í sínum granskingarúrslitum á, at um børn ikki hava loyst lesikotuna, tí ið tey eru átta ára gomul, so blíva tey helst ongantíð góðir lesarar.

Umframt at fyriskipa lesi og málmenningarátøk, havi eg longu sett fleiri tiltøk í verk á hesum øki. Játtanin til bæði Nám og Bókadeild Føroya Lærarafelags eru hækkað í hesum fíggjarári, og framleiðsla av tilfari til børn og ung verður eisini raðfest komandi ár.

Trivnaður

At arbeiða við trivnaðinum er grundleggjandi partur av skúlans virksemi, undirvísing og gerandisdegi. Tað er gott at steðga á og fáa íblástur, og tað upplivdi eg eisini, at lærarar og leiðslur virðismettu  á ráðstevnuni um trivnað og happing og í tíðini hareftir.

Hetta er áhaldandi arbeiðið, sum ber fram á leið, og lærarans uppgáva í dagsins samfelag er bæði at arbeiða á fakliga og trivnaðarliga mótunum í senn. Hesi ganga hond í hond og treytað hvørt annað. Í undirvísingini er næmingurin partur av einum felagsskapi í flokkinum, og tað at læra og duga, eggjar næminginum til at læra meira. Vit skulu seta krøv til læringina, samstundis sum arbeitt verður við persónligu og sosialu menningini.

Hvønn fólkaskúla ynskja vit

Tá ið broytingar skulu fremjast á fólkaskúlaøkinum er siðvenjan breiðar politiskar semjur. Undangongumaður mín í landsstýrissessinum náddi júst at savna umboð fyri politisku flokkarnar, áðrenn val varð útskrivað, og heldur hetta arbeiðið fram nú. Millum málini, sum skulu viðgerast politiskt, er spurningurin um hóskandi skúlasamstarvseindir, um samfelagsfak sum lærugrein, um skipan av 10. flokkum kring landið og um sernámsfrøðiliga økið. Hetta arbeiðið er júst byrjað, og verður Føroya Lærarafelag tikið við upp á ráð ávegis.

Framtíðarútlit

Samfelagið stendur ikki í stað, og heldur ikki fólkaskúlin. Avbjóðingarnar eru mangar og spennandi, og uppgáva skúlans og okkara, sum varða av skúlanum, er at fylgja við og ikki gerast eftirbátur. Hetta krevur samstundis, at tit, sum starvast í fólkaskúlanum fáa umstøður fyri fakligari og námsfrøðiligari menning, at tit fáa íblástur, tíðarhóskandi undirvísingarmiðlar og góðar arbeiðsumstøður.  Og ikki minst, at skúlarnir í størri mun í hvør sínum lagi fáa rúmligari ræsir at skapa tann góða skúlan. Tað skal tí vera mín vón, at rákið við detail- og sentralstýring, sum hevur vundið so nógv uppá seg innan tað almenna hesi síðstu árini, fer at vikna, og at álit í størri mun verður sett fram um eftirlit – og her er eisini neyðugt, at tit sum felag spæla við!

Endamál skúlans er, at øll fáa umstøður at læra og mennast í treysti til sín sjálvs og í felagsskapinum, og at næmingarnir fáa nýtt sínar mongu gávur. Lærarar og leiðsla eru krumtappur í hesum týdningarmikla arbeiði, sum ikki kann undirmetast, og sum vit eiga at leggja áherðslu á at fjálga um og menna. Hetta er millum mínar fremstu setningar sum landsstýriskvinna.

Eg ynski tykkum ein góðan aðalfund og áræði og virkisfúsni í tykkara týdningarmikla starvi børnum, ungdómi og samfelag okkara at gagni og menning.

Takk fyri.