Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, á 20-ára hátíðarhaldi hjá Granskingarráðnum, ið var hildin í Norðurlandahúsinum 13. mai 2016
Granskingarráðið, Granskingarnevndin. Góðu øll granskingaráhugað!
Til lukku við teimum 20 granskingarárunum, og takk fyri høvið at greiða frá politisku ætlanunum á granskingarøkinum.
Fyri at byrja við byrjanini, so fari eg eisini at nýta høvið at takka Evu, at hon beit í súreplið av kunnleikans træ, tí, hóast prísurin var nokkso høgur, so fingu vit harvið eisini evnini at skyna millum gott og ónt. Vit fingu førleikan at nema okkum kunnleika, at spyrja, kanna, granska og menna loysnir, sum gjørdu tað møguligt hjá okkum neyðars naknu og deyðuligu skapningum at lívbjarga okkum her á fold. Og so fingu vit frælsið at velja og vraka millum allar møguleikarnar, sum standa okkum í boði sum menniskju. Alt slíkt, sum hevur borið okkum sum mannaætt fram á leið, men sum eisini áleggur okkum eina ábyrgd í dagsins konteksti, har vit umrøða granskingarøkið, hugsi eg ábyrgdina at skipa okkara skúlar, hægri lærustovnar og gransking, og at áseta etisku mørkini haríkring.
So takk til Evu, at hon beit í fruktina, ella í súrepli, sum nøkur túsund ár seinni datt niður í høvdið á Newton og setti nakrar týdningarmiklar tankar, ja, eina nýggja upplýsing, í gongd, - ella súreplið, sum síðan er vorið eyðkenda skjaldamerkið hjá heimsins størstu teldufyritøku, sum um nakar, ímyndar dagsins samfelag, dagsins møguleikar, dagsins avbjóðingar.
Tí vit liva í eini hátøkniligari tíð, einum vitanarsamfelagi, har kravið er, at vit fylgja við og megna at laga okkum til skiftandi tørv, krøv og fortreytir. Skulu vit sum samfelag ikki verða afturúrsigld, mugu vit eisini vera við í fremstu røð, tá um tøkniliga menning, útbúgving og gransking ræður.
Tað hevur verið ein áhugaverdur seinnapartur, nú vit hava hoyrt um Granskingarráðið hesi seinastu 20 árini. Vit hava hoyrt, hvussu alt byrjaði, ætlanirnar við fyrstu lógini, um virksemið fyrr og nú, um ítøkiligar granskingarverkætlanir, um granskingarstuðul, og hvørji úrslit eru sprottin burtur úr Granskingargrunninum og um avbjóðingar fyri framman.
Nú er so mín leiklutur sum landsstýriskvinna í granskingarmálum at siga nøkur orð um, hvussu eg síggi økið og eisini at hyggja frameftir.
Sum eg eisini sum nýsett landsstýriskvinna segði á Vísindavøkuni í september 2015, haldi eg, at tað er týdningarmikið, at útbúgvingarstovnarnir, granskingarstovnarnir, mentanargeirin og vinnulívið samstarva, tí hetta samstarv kann hava nógva fruktagóða menning við sær.
Vit hava alstóran tørv á nýbrotum, nýskapan og nýhugsan, og eg haldi tað vera ógvuliga spennandi, at vit gjøgnum miðvísa gransking eru komin fram til nýggjar hættir at hugsa og brúka ymisk evni, eitt nú innan tara og rognkilsi, og innan ílegur og sjúkur fyri at kunna fyribyrgja og lekja. Júst á hesum øki hava vit sum ein homogenur fólkabólkur serstaka góðar granskingarmøguleikar.
Tað er ikki altíð, at granskingin er eitt peningarligt gullnám, men hon gevur okkum alneyðuga vitan innan fyri mong, mong øki. Hon kann birta vón ella sløkkja vón, men hon kann altíð gera okkum klókari og geva boð upp á vegir at fara.
Eitt er føgur orð, annað er at handla. Hvat ætli eg so ítøkiliga at gera? Samgongan hevur sett sær fyri at raðfesta granskingina, og hetta er orðað í samgonguskjalinum á henda hátt: ”Góður skúlaskapur og lívslong læra eru grundin undir einum framkomnum samfelag. Útbúgving og gransking verða tí millum fremstu mál samgongunnar.”
Tá henda samgongan tók við, var eitt størri fíggjarligt ruddingararbeiði neyðugt, og tí hevur byrjanin verið varlig, vit hava fyribils sett 1 mió. kr. eyka av til gransking í ár, vónin er sjálvandi, at upphæddin fer at hækka komandi árini. Komandi árini er ætlanin at økja játtanina munandi, og at seta serligar skipanir í verk innan vinnugransking.
Harumframt ætlar samgongan at orða ein yvirskipaðan granskingarpolitikk, sum í størri mun samskipar og sameinir granskingareindirnar, grunnarnar og ymsu ráðgevarnar, so størri heild verður á økinum. Fundur um hetta verður í næstum millum landsstýrisfólkini, sum varða av gransking, og løgmann, sum evsta myndugleika á økinum.
Vit vilja eisini framvegis raðfesta ES-samstarvið, sum nú er í gongd við Horizon 2020. Hetta síggja vit eisini sum ein góðan møguleika at skapa vøkstur, framburð og nýggj arbeiðspláss, og er tað hugaligt at síggja, at alsamt fleiri føroyskar fyritøkur fáa lut í midlunum úr ES-samstarvinum.
Umframt hetta, er eisini ætlanin at styrkja um námsfrøðiligu granskingina, herundir gransking í føroyska skúlaverkinum, har data í hópatali verður framleitt, tá ið eitt nú Pisa og landsroyndir eru. Data, sum í løtuni liggur klárt at kava niðurí, og sum vit kunnu menna eitt uppaftur betri skúla- og útbúgvingarverk.
Og sjálvandi ikki at gloyma stóra satsið hjá samgonguni: verkætlanina at skapa eitt veruligt lestrarkampus, har setrið, útbúgvingarnar, tey lesandi og okkara granskarar verða savnað á einum øki. Hetta fer vónandi at skapa munandi betri umstøður fyri gransking og menning.
Eilif Samuelsen greiddi frá fyrstu lógini, sum kom fyri 20 árum síðan. Verandi lóg er frá 2001 og treingir eisini til dagføringar. Eg fari í góðum samstarvi við Granskingarráðið at endurskoða lógina, og hetta hevur Granskingarráðið eisini ynskt. Harumframt liggur tað í kortunum at fara í dialog við allar teir partar, sum varða av gransking so ella so fyri at finna eitt felags stev og kanska onkrar felags mannagongdir og eitt neyvari samstarv. Vit mugu gagnnýta teir fyrimunir, ið eru í at samstarva, serliga tí vit eru eitt lítið samfelag.
Hetta haldi eg vera sera spennandi og ein uppgáva, eg gleði meg til at fara undir. Endamálið er sjálvandi at tryggja, at vit hava eina so góða og tíðarhóskandi lóggávu sum møguligt og so góðar skipanir og samstarv, sum til ber.
Aðalmálið er, at tað ber til at granska í alskyns evnum, sum granskarar hava áhuga í, og sum sanniliga gagna okkara samfelagi.
Um eg skal hyggja 20 ár fram, so er helst ógvuliga nógv hent á granskingarøkinum, júst sum nógv er hent farnu 20 árini. Vónin hjá mær er tó, at vit við endurskoðan og dagføring av lógini og við góðum samstarvi millum allar viðkomandi partar fara at síggja skjót og góð úrslit innan fyri nærmastu framtíð.
Ja hvør veit, kanska dettur næsta súreplið niður í høvdið á einum granskara í Føroyum!
Takk fyri.