Landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum og varaløgmaður
Høgni Hoydal er føddur í Keypmannahavn í 1966. Hann er giftur Hildur Hermansen. Tey búgva í Hoyvík og hava trý børn: Sjúrður (b. 1988), Brim (b. 1990) and Helgi (b. 1996). Hann er Master í søgu og samskifti frá Roskilde Universitet, Danmark, og hevur áður starvast í Kringvarpi Føroya og sum fólkaskúlalærari.
Høgni Hoydal varð fyrstu ferð valdur á ting í 1998 og hevur verið formaður í Tjóðveldi síðan 2000.
Álitisstørv: Varaløgmaður 1998-2003 og 2008; landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, lógarmálum og norðurlandamálum 1998-2003; landsstýrismaður í mentamálum 2000 og 2003; landsstýrismaður í uttanríkismálum og norðurlandamálum 2008; landsstýrismaður í fiskivinnumálum 2015-2019.
Høgni Hoydal varð somuleiðis valdur á Fólkating 2001-2011 og 2015-2019. Hann hevur verið limur í Norðurlandaráðnum 2011-2015 og 2019-2021, umframt sitið í formansskapinum í Norðurlandaráðnum 2012-2015.