Uppskot um kunngerð um brámynd

Heiti
Uppskot til kunngerð um heilsufrøðiligt eftirlit og almannakunngering av eftirlitsúrslitum hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni
Frágreiðing

Uppskotið hevur heimild í matvørulógini, og hevur til endamáls at kunna brúkarar um viðurskifti, sum hava týdning fyri heilsufrøði, matvørutrygd, reinføri o.a. Hetta verður gjørt á tann hátt, at Heilsufrøðiliga starvsstovan almannakunngering eftirlitsúrslit á støðum, har matvøra verður seld, t.e. handlum, út-við-veitingum, kantinum og matstovum o.tíl. Uppskotið er galdandi fyri virksemi, sum hevur løggilding eftir reglunum í kunngerð um løggilding og skráseting av matvøruvirkjum.

Tá Heilsufrøðiliga starvsstovan fremur eftirlit, verður úrslitið almannakunngjørt við eini brámynd (smiley), sum er ein standardiserað frágreiðing, ið skjótt og lætt gevur brúkarum viðkomandi kunning um heilsufrøði, matvørutrygd, reinføri o.a. 

 

 

Ummælisfreistin er farin
16.12.2024
Ráð
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Øki
Matvørur
Samband
uvmr@uvmr.fo
Tak niður
Kunngerð Um Brámynd 14.11.2024