Uppskot um afturbering av útreiðslum til filmsframleiðslu til hoyringar
Heiti
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um afturbering av útreiðslum til filmsframleiðslu í Føroyum.Frágreiðing
Lógaruppskotið hevur til endamáls at fáa til vegar víðari heimild og fastari karmar at bera aftur part av útreiðslunum, sum eru brúktar til filmsframleiðslu í Føroyum. Føroyar eru í harðari kapping við onnur lond um slíkar framleiðslur, og tískil er umráðandi, at tað í Føroyum eru somu skipanir sum í grannalondunum, skal endamálið røkkast. Hetta merkir, Filmshúsið beinanvegin, sum umsóknir koma, kann boða umsøkjaranum frá, um afturbering verður latin, og tað hevur týdning, tá ið framleiðarar skulu velja sær framleiðslu- og arbeiðsstað.
Hoyringarfreistin er 17. mars 2023 kl. 12.00
Ummælisfreistin er farin
17.03.2023Ráð
Uttanríkis- og vinnumálaráðiðDagfesting
14.03.2023Samband
uvmr@uvmr.foTak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Broyting Í Løgtingslóg Um Afturbering Av Útreiðslum Til Filmsframleiðslu Í Føroyum