Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirskúlar til hoyringar
Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirskúlarFrágreiðing
Endamálið við uppskotinum er at broyta krøvini, ið ein eftirskúli skal lúka, áðrenn hann kann verða góðkendur av myndugleikanum. Royndirnar vísa, at tað er ógvuliga trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, at hava eitt so høgt næmingatal, sum løgtingslógin ásetur longu 1. september árið frammanundan. Tað hevur tí verið vanligt at nýta heimildina at geva undantak frá hesum kravi. Verður uppskotið samtykt, verður tað upp til myndugleikan at meta um, hvørt næmingagrundarlagið er nøktandi, áðrenn myndugleikin endaliga góðkennir skúlan.
Viðhefta mál verður sent út til almenna hoyring við hoyringarfreist 8. februar 2022.
Møgulig hoyringarsvar verða at senda ummr@ummr.fo
Ummælisfreistin er farin
08.02.2022Ráð
Uttanríkis- og vinnumálaráðiðDagfesting
25.01.2022Tak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Broyting Í Løgtingslóg Um Eftirskúlar 250122