Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um djórasjúkur (Kæra hevur ikki steðgandi virkna).

Frágreiðing

Málslýsing

Avgerðir, sum landsdjóralæknin tekur eftir § 9 í løgtingslóg um djórasjúkur, m.a avgerðir um at avlíva djór fyri at forða fyri smittandi djórasjúku, kunnu kærast til Føroya Kærustovn. Kærumyndugleikin kann gera av, at kæran fær steðgandi virknað, og tað kann hava við sær, at endamálið við avgerðini – at forða fyri smittandi sjúku­­ – fer fyri skeytið, tí ov long tíð gongur, áðrenn avgerðin um avlíving kann setast í verk.

Tískil verður skotið upp, at avgerðir landsdjóralæknans um avlíving verða settar í verk beinavegin, um landsdjóralæknin metir tað vera neyðugt til tess at forða fyri smittuspjaðing. 

Ummælisfreist
06.01.2025
Ráð
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Dagfesting
12.12.2024
Samband
uvmr@uvmr.fo
Tak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Broyting Í Løgtingslóg Um Djórasjúkur (002)