Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um Hoyvíkssáttmálan til hoyringar
Skotið verður upp at seta løgtingslógina um Hoyvíkssáttmálan úr gildi. Hetta inniber, at sáttmálin frameftir ikki fer at hava lógargildi, eins og hann hevur í dag.
Ístaðin verða sáttmálaásetingarnar útintar í serlóggávu, sum longu í fleiri førum er lagað til Hoyvíkssáttmálan, síðani hann fekk gildi í 2006. Mett verður, at rættarstøðan verður greiðari, tá rættindi og skyldur, ið stava frá sáttmálanum, og sum borgarar kunnu stiðja rætt á, framganga beinleiðis av serlóggávu og ikki av yvirskipaðu løgtingslógini um Hoyvíkssáttmálan.
Hóast Hoyvíkssáttmálin verður settur úr gildi sum løgtingslóg, so fær hetta ikki ávirkan á tær altjóðarættarligu skyldur, sum landsstýrið við sáttmálanum hevur bundið seg at halda mótvegis íslendsku stjórnini.
Møguligar viðmerkingar til uppskotið skulu verða Uttanríkis- og mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 28. januar 2021 við at senda t-post til ummr@ummr.fo