Uppskot til kunngerð um útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya
Síðani Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Læraraskúli og Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya vórðu løgd saman í 2008, hevur tørvur verið á at gera eina felags útbúgvingarkunngerð.
Í løtuni eru tríggjar ymiskar útbúgvingarkunngerðir:
1. Kunngerð nr. 85 frá 9. juni 2009 um skiftisreglur fyri lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, sum byrjað hava lesturin áðrenn 1. august 2008 og reglur um alment próvskeið í føroyskum,
2. Kunngerð nr. 140 frá 13. novembur 2009 um útbúgving av fólkaskúlalærarum og námsfrøðingum,
3. Kunngerð nr. 19 frá 3. mars 2011 um útbúgving til sjúkrarøktarfrøðing (B.Sc.Cur.)
Verandi útbúgvingarkunngerðir eru orðaðar ymiskt, og t.d. upptøkukrøvini og upptøkutilgongdin eru lýst sera ymiskt í teimum trimum verandi kunngerðunum. Tørvur er á at tryggja, at viðurskiftini á Setrinum eru tey somu fyri allar útbúgvingar, og skilabest er at gera hetta við felags útbúgvingarkunngerðum fyri allar útbúgvingarnar.
Møgulig hoyringarsvar verða at senda ummr@ummr.fo í seinasta lagi 12. mai kl. 16.00