Uppskot til kunngerð um útbúgving til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøðiligan hjálpara til hoyringar
Heiti
Kunngerð um útbúgving til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøðiligan hjálparaFrágreiðing
Í sambandi við, at nýggj løgtingslóg er kunngjørd um heilsuhjálparaútbúgving, heilsurøktaraútbúgving og námsfrøðiliga hjálparaútbúgving, verða tvey uppskot um kunngerðir við heimild í lógini sendar til almenna hoyring. Tann eina er um skipan av útbúgvingunum og hin er um útbúgvingarráðini fyri ávikavíst heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingina og fyri námsfrøðiliga hjálparaútbúgvingina. Í mun til gomlu lógina heimilar nýggja lógin, at útbúgving verður skipað til námsfrøðiligan hjálpara. Útbúgvingin byrjar í næstum.
Møguligar viðmerkingar skulu sendast við telduposti til Mentamálaráðið mmr@mmr.fo
Hoyringarfreistin er 10. juni 2019
Ummælisfreistin er farin
10.06.2019Ráð
Uttanríkis- og vinnumálaráðiðDagfesting
24.05.2019Tak niður
Uppskot til kunngerð um útbúgving til heilsuhjálpara heilsurøktara og námsfrøðiligan hjálpara 240519.pdf