Uppskot til kunngerð um tilnevning av limum í ráðið fyri gransking, menning og nýskapan til hoyringar

Heiti
Kunngerð um tilnevning av limum í ráðið fyri gransking, menning og nýskapan
Frágreiðing

Løgtingið samtykti 4. juni 2020 nýggja lóg um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan. Lógin kom í gildi 1. januar 2021.

Nýggja lógin kom í staðin fyri lóg um gransking frá 2001 við broytingum í 2006, sum Granskingarráðið higartil hevur virkað undir.

Í sambandi við lógarskiftið eru í fyrstu atløgu tvær kunngerðir í uppskoti:

Kunngerð um tilnevning av limum í ráðið fyri gransking, menning og nýskapan

Í mun til avtiknu lógina er ein broyting henda, at eitt nýtt Ráð fyri gransking, menning og nýskapan verður sett í staðin fyri Vísindaráðið. Ein akademiskur skrivari skal setast til arbeiðið hjá hesum ráðnum.

Kunngerðin greinar eisini mannagongdina fyri val av limum til ráðið.

Kunngerð um stuðulin til gransking

Í mun til avtiknu lógina eru broytingar m.a. at:

- Granskingarnevndin verður umskipað til eina faknevnd og stjórnar ikki longri granskingargrunninum. Í staðin vísir stjórin beinleiðis til Uttanríkis- og Mentamálaráðið.

- Stuðulsskipanirnar hjá stovninum verða skipaðar í einum eksternum grunni.

NB! Møguligar viðmerkingar verða at senda Uttanríkis- og mentamálaráðnum á t-post adr. ummr@ummr.fo

Ummælisfreistin er farin
05.03.2021
Ráð
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Dagfesting
05.02.2021
Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Tilnevning Av Limum Í Ráðið Fyri Gransking, Menning Og Nýskapan (1) 050221