Uppskot til kunngerð um stuðul til gransking til hoyringar
Løgtingið samtykti 4. juni 2020 nýggja lóg um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan. Lógin kom í gildi 1. januar 2021.
Nýggja lógin kom í staðin fyri lóg um gransking frá 2001 við broytingum í 2006, sum Granskingarráðið higartil hevur virkað undir.
Í sambandi við lógarskiftið eru í fyrstu atløgu tvær kunngerðir í uppskoti:
Kunngerð um tilnevning av limum í ráðið fyri gransking, menning og nýskapan
Í mun til avtiknu lógina er ein broyting henda, at eitt nýtt Ráð fyri gransking, menning og nýskapan verður sett í staðin fyri Vísindaráðið. Ein skrivari skal setast til arbeiðið hjá hesum ráðnum.
Kunngerð um stuðulin til gransking
Í mun til avtiknu lógina eru broytingar m.a. at:
- Granskingarnevndin verður umskipað til eina faknevnd og stjórnar ikki longri granskingargrunninum. Í staðin vísir stjórin beinleiðis til Uttanríkis- og mentamálaráðið.
- Stuðulsskipanirnar hjá stovninum verða skipaðar í einum eksternum grunni.
NB! Møguligar viðmerkingar verða at senda Uttanríkis- og mentamálaráðnum á t-post adr. ummr@ummr.fo