Uppskot til kunngerð um royndir og prógv til vatnskutara til hoyringar

Heiti
Uppskot til kunngerð um royndir og prógv til vatnskutara
Frágreiðing

Uttanríkis- og mentamálaráðið vil við hesum geva áhugaðum pørtum høvi at koma við viðmerkingum til uppskot um kunngerð um royndir og prógv til førara av vatnskutara.

Sambært kunngerð nr. 105 frá 15. juli 2019 um krøv til sigling við motorriknum stuttleikafari við skrokklongd undir 4 metrar, skal førari hava føraraprógv frá góðkendum skeiðsveitara. Endamálið við hesi kunngerð, sum nú verður send til almenna hoyring, er at áseta krøv til skipan og innihald av skeiðinum til førarar av vatnskutarum. 

Hoyringarfreistin er mánadagin 30. november 2020, og viðmerkingar skulu sendast við telduposti til Uttanríkis- og mentamálaráðið: ummr@ummr.fo

Ummælisfreistin er farin
30.11.2020
Ráð
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Dagfesting
02.11.2020
Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Prógv Til Vatnskutara At Senda Til Hoyringar