Uppskot til kunngerð um kommunalar ferðavinnuætlanir, avtalur um handilsliga ferðavinnu o.a.

Heiti
Uppskot til kunngerð um kommunalar ferðavinnuætlanir, avtalur um handilsliga ferðavinnu o.a.
Frágreiðing

Kommunala ferðavinnuætlanin skal hava til endamáls at menna og fyriskipa ferðavinnuna á staðnum soleiðis, at hon í minst møguliga mun ger seg inn á náttúru, djóralív, heimafólkið, mentan og mentanararv samsvarandi endamáli løgtingslógarinnar.

Ferðavinnuætlanin skal verja og, har tað er neyðugt, endurbøta náttúruna, tryggja fyrilit fyri náttúruligum, jarðfrøðiligum, mentanarligum og søguligum virðum og tilfeingi, menna trivnað, mentan og vinnumøguleikar á staðnum og órógva landbúnað og annað virksemi sum minst.

Ummælisfreist
21.04.2025
Ráð
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Dagfesting
19.03.2025
Samband
uvmr@uvmr.fo
Tak niður
25 07875 1 Uppskot Til Kunngerð Um Kommunalar Ferðavinnuætlanir, Avtalur Um Handilsliga 2570050 1418165 0