Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum

Heiti
Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum
Frágreiðing

Eftir at Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur sett í verk dekkaraútbúgving, sum lýkur altjóða krøv sambært STCW, er ætlanin í hesum sambandi at gera samsvarandi broytingar í krøvunum fyri førleikaprógv sum fulltikin dekkari umborð á handilsskipum til tess at útbúgvingarkravið samsvarar við broytta útbúgvingarleistin. Hetta merkir m.a., at kravið um 6 mánaðar siglingartíð umborð á handilsskipið verður strikað.

Ætlanin er, at krøvini til skipskokkar umborð á handilsskipi verður javnsett við krøvini til skipskokkar umborð á fiskiskipi. Hetta merkir m.a., at umsøkjari frameftir í minsta lagi skal vera útbúgvin kokkahjálpari ella føðsluhjálpari.

Umframt omanfyrinevndu broytingar verður eisini skotið upp at strika skiftisreglur, sum í STCW-sáttmálanum eru avmarkaðar at galda fram til 1. januar 2017. Talan er um skiftisreglur um førleikaprógv sum skipsatstøðari við handilsskipum, førleikaprógv sum fulltikin dekkari við handilsskipum, førleikaprógv sum fulltikin motormaður við handilsskipum, førleikaprógv sum skipselektrikari og sjóvinnubræv sum skipselektrikari.

Ummælisfreist
01.04.2025
Ráð
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Øki
Vinnuøkið
Slag
Kunngerð
Dagfesting
04.03.2025
Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Broyting Í Kunngerð Um Sjóvinnubrøv Og Førleikakrøv Til Manning Við Skipum 04.03.2025