Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um próvtøkur í miðnámsútbúgvingunum til hoyringar

Heiti
Kunngerð um broyting í kunngerð um próvtøkur í miðnámsútbúgvingunum
Frágreiðing

Mentamálaráðið vil við hesum geva áhugaðum pørtum høvi at koma við viðmerkingum til ætlaðu broytingarnar í hesum kunngerðum:

  1. kunngerð um gymnasialar miðnámsútbúgvingarnar (Undirvísingarkunngerðin)
  2. kunngerð um próvtøkur í miðnámsútbúgvingunum (Próvtøkukunngerðin)

Í undirvísingarkunngerðini er talan í høvuðsheitum um hesar broytingar:

  • møguleikin at velja danskt A ella fremmandamál verður betur á búskaparbreytini og náttúrubreytini
  • dagatalið at skriva breytarverkætlan verður eins á øllum breytum
  • lærugreinarøðin verður dagførd (støddfrøði verður broytt, teldufrøði og oljufrøði C fella burtur, vinnurættur B, forritan B, russiskt og informatikk koma inn)
  • aðrar tillagingar í orðingum

Í próvtøkukunngerðini er talan um hesa broyting:

  • Vektin av próvtalinum fyri breytarverkætlanina á fyrireikingarbreytini verður tann sama, sum á hinum breytunum.

Hoyringarfreistin er fríggjadagin 31. mai 2019, og viðmerkingar skulu sendast við telduposti til Mentamálaráðið mmr@mmr.fo

Ummælisfreistin er farin
31.05.2019
Ráð
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Dagfesting
20.05.2019
Tak niður
Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um próvtøkur í miðnámsútbúgvingunum í 200519.pdf