Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um gymnasialar miðnámsútbúgvingar til hoyringar
Heiti
Kunngerð um broyting í kunngerð um gymnasialar miðnámsútbúgvingarFrágreiðing
Mentamálaráðið vil við hesum geva áhugaðum pørtum høvi at koma við viðmerkingum til ætlaðu broytingarnar í hesum kunngerðum:
- kunngerð um gymnasialar miðnámsútbúgvingarnar (Undirvísingarkunngerðin)
- kunngerð um próvtøkur í miðnámsútbúgvingunum (Próvtøkukunngerðin)
Í undirvísingarkunngerðini er talan í høvuðsheitum um hesar broytingar:
- møguleikin at velja danskt A ella fremmandamál verður betur á búskaparbreytini og náttúrubreytini
- dagatalið at skriva breytarverkætlan verður eins á øllum breytum
- lærugreinarøðin verður dagførd (støddfrøði verður broytt, teldufrøði og oljufrøði C fella burtur, vinnurættur B, forritan B, russiskt og informatikk koma inn)
- aðrar tillagingar í orðingum
Í próvtøkukunngerðini er talan um hesa broyting:
- Vektin av próvtalinum fyri breytarverkætlanina á fyrireikingarbreytini verður tann sama, sum á hinum breytunum.
Hoyringarfreistin er fríggjadagin 31. mai 2019, og viðmerkingar skulu sendast við telduposti til Mentamálaráðið mmr@mmr.fo
Ummælisfreistin er farin
31.05.2019Ráð
Uttanríkis- og vinnumálaráðiðDagfesting
20.05.2019Tak niður
Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um gymnasialar miðnámsútbúgvingar 200519.pdf