Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð nr. 99 frá 12. juli 2011 um lærusáttmálar, umsitingargjald o.a. til hoyringar

Heiti
Uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð nr. 99 frá 12. juli 2011 um lærusáttmálar, umsitingargjald o.a.
Frágreiðing

Endamálið við broytingarkunngerðini er at áseta, at tað er Yrkisdepilin, sum hevur ábyrgd av at innskriva lærlingar í skúla.

Mett verður at við at broyta ásetingina í kunngerðini fær Yrkisdepilin betur greiðu á ymisku og umfatandi útbúgvingunum í Danmark og harvið betur møguleika at hava yvirblikk yvir, júst hvørjar útbúgvingar føroysku lærlingarnir taka og skráseting av teimum.

Viðhefta mál verður sent út til almenna hoyring við hoyringarfreist 25. februar 2022.

Møgulig hoyringarsvar verða at senda ummr@ummr.fo

Ummælisfreistin er farin
25.02.2022
Ráð
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Dagfesting
28.01.2022
Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Broyting Í Kunngerð Nr. 99 Frá 12. Juli 2011 Um Lærusáttmálar, Umsitingargjald O.A.