Uppskot til kunngerð um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina til hoyringar

Heiti
Uppskot til kunngerð um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina
Frágreiðing

Við heimild í løgtingslóg nr. 90 frá 17. mai 2022, sum broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 22. juni 2023, verður skotið upp at seta í gildi nýggja kunngerð um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðirnar hjá Russlandi og Hvítarusslandi móti Ukraina, samstundis sum kunngerð nr. 105 frá 20. juni 2022, sum broytt við kunngerð nr. 89 frá 7. juli 2023, verður sett úr gildi.

Eftir innrásina í Ukraina tann 24. februar 2022 hava Evropasamveldið og fleiri onnur lond sum aftursvar til ólógligu krígsførsluna sett í verk avmarkandi tiltøk móti Russlandi, Hvítarusslandi og ikki-stjórnarstýrdu ukrainsku økjunum Donetsk, Kherson, Luhansk og Zaporizhzhia, við tí endamáli at leggja trýst á Russland og Hvítarussland at steðga krígnum.

Endamálið við uppskotinum er at seta í gildi í føroyska lóggávu avmarkandi tiltøk, samtykt í millumtjóða felagsskapum, ella sum hava breiða millumtjóða undirtøku, og sum hava til endamáls at tryggja virðing fyri fólkaræði, mannarættindum og altjóðarætti í sambandi við atgerðir, sum máa undan ella hótta sjálvræðisrættin, óheftnið og støðufestið hjá Ukraina, sum Løgtingið hevur samtykt, at Føroyar skulu taka undir við.

Samhandil Føroya við Russland er ikki fjøltáttaður, um samanborið verður við samhandilin hjá øðrum londum, sum hava sett í gildi avmarkandi tiltøk samtykt í millumtjóða felagsskapum, ella sum hava breiða millumtjóða undirtøku. Hetta atlitið er orsøk til ávísar tillagingar til kunngerð nr. 105 frá 20. juni 2022, sum broytt við kunngerð nr. 89 frá 7. juli 2023, sum hava til endamáls at tryggja, at avmarkandi tiltøkini framhaldandi vera dygg og munagóð, heruppií eisini at tryggja at fleirnýtsluvørur ikki verða útfluttar úr Føroyum til Russlands. 

Møguligar viðmerkingar verða at senda uvmr@uvmr.fo.

Hoyringarfreistin er 8. august 2024.

Ummælisfreistin er farin
08.08.2024
Ráð
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Dagfesting
23.07.2024
Samband
uvmr@uvmr.fo
Tak niður
Uppskot Til Kunngerð Um Avmarkandi Tiltøk 23 07 24