Uppskot til kunngerð um avhending av talgildum skjalasavnsútgávum til hoyringar
Endamálið við kunngerðini er at áseta reglur fyri, hvussu almennir myndugleikar og stovnar avhenda talgildar skjalasavnsútgávur til Tjóðskjalasavnið. Kunngerðin hevur heimild í § 8 a, stk. 2 í løgtingslóg um skjalasøvn, sum varð broytt í 2018 við ásetingum um avhending av savnindum av talgildum uppruna.
Kunngerðin fer ikki í smálutir við, hvussu talgildu skjalasavnsútgávurnar verða avhendar. Hetta er í staðin gjørt í leiðbeining í fylgiskjølunum 2-9. Fylgiskjølini eru á donskum, tí leisturin, ið Tjóðskjalasavnið brúkar til talgildu skjalasavnsútgávurnar, er mentur á danska Ríkisskjalasavninum. Fylgiskjølini eru tey somu, sum brúkt verða til avhending á Ríkisskjalasavninum, tó við smærri tillagingum til føroysk viðurskifti. Talan er um tekniskt mál, ið er trupult at umseta til føroyskt.