Uppskot til kunngerð um almennar treytir fyri at framleiða, hagreiða ella virka, viðgera og goyma matvørur o.a.

Heiti
Uppskot til kunngerð um almennar treytir fyri at framleiða, hagreiða ella virka, viðgera og goyma matvørur o.a.
Frágreiðing

Uppskotið til kunngerð um almennar treytir fyri at framleiða, hagreiða ella virka, viðgera og goyma matvørur o.a. er at meta sum grundarlagið fyri, at Heilsufrøðiliga starvsstovan kann fremja eitt munadygt og gjøgnumskygt heilsufrøðiligt eftirlit. Í dag verða eftirlit á heimamarknaðinum gjørd við heimild í matvørulógini og vegleiðingum. Hendan skipanin hevur virkað, men við uppskotinum til kunngerð verða reglurnar dagførdar, og tey, sum eru fevnd av kunngerðini, fáa greiðari lógarkarmar at virka undir.

 

Til tess at fyribyrgja, at fólk gerast sjúk av mati ella vatni, verður áhaldandi arbeitt við matvørutrygd og heilsufrøði. Við uppskotinum til kunngerð verður dentur lagdur á, at matvørutrygdin er í hásæti í øllum liðum í matvøruframleiðsluni, bæði í sambandi við útflutning og á heimamarknaðinum. Matvørutrygd og heilsufrøði skal hugsast inn í allar partar í framleiðsluni, bæði í sambandi við at innrætting, matvørurensl, innaneftirlit og manngongdir o.tíl.

 

Við uppskotinum verða ásett krøv fyri høli, har matvøra er, verður framleidd, hagreidd ella virka, viðgjørd, goymd o.tíl. í øllum liðum. Matvørutrygd og heilsufrøði er hugsað inn í allar partar í framleiðsluni av matvørum, og viðkomandi starvsfólk verða nøktandi upplærd í viðurskiftum viðvíkjandi matvørutrygd og reinføri.

 

Sum nú er, skal løggilding og skráseting verða fingin til vega, áðrenn farið verður undir eitt hvørt virksemi á matvøruøkinum. Hetta verður framhaldandi galdandi, tá hendan kunngerðin kemur í gildi. Fyri vinnuna er sostatt einki nýtt í, at myndugleikin fremur eftirlit og ger eftirlitsfrágreiðingar.

 

Í útgangsstøði verður einki gjald í dag kravt frá teimum vinnurekandi, tá Heilsufrøðiliga starvsstovan fremur eftirlit á matvøruvirkjum. Tann skipanin heldur fram sambært uppskotinum til kunngerð. Tað, sum er nýtt, er, at Heilsufrøðiliga starvsstovan sambært uppskotinum fær heimild til at krevja gjald fyri eyka eftirlit, sum er neyðugt fyri at tryggja, at matvøruframleiðari lýður boð ella forboð, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur givið viðkomandi.

Ummælisfreistin er farin
16.12.2024
Ráð
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Øki
Matvørur
Dagfesting
14.11.2024
Samband
uvmr@uvmr.fo
Tak niður
Heilsufrøðiliga Kunngerðin 14.11.2024