Uppskot til broyting í løgtingslóg um triðja og fjórða útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum til hoyringar.

Frágreiðing

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um triðja útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum og  í løgtingslóg um fjórða útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum verður send til hoyringar.

Í sambandi við at leitiloyvi vórðu latin, skuldu oljufeløgini rinda víddargjøld. Partur av hesum varð markaður til at gera kravdar umhvørvisárinsmetingar í sambandi við kolvetnisvirksemi. Av tí at leitiloyvi ikki hava verið latin í føroyskum øki síðani 2016, og av tí at ongin framleiðsla av kolvetni enn hevur verið í økinum, verður mett, at hesin peningurin fer at gera størri gagn, um hann verður nýttur til annað endamál.

Skotið verður upp, at peningurin kann gangnýtast til at gera jarðfrøðiligar kanningar í sambandi við orkuskiftið.

Ummælisfreistin er farin
16.01.2024
Ráð
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Dagfesting
19.12.2023
Samband
uvmr@uvmr.fo
Tak niður
231218 Uppskot Til Broytingar Í Útbjóðingarlógum