Uppskot til broyting í kunngerð um avmarkandi tiltøk
Uttanríkis- og vinnumálaráðið sendi hin 11. februar 2025 uppskot til kunngerð um broyting í kunngerð um avmarkandi tiltøk, við ummælisfreist hin 25. februar 2025.
Í millumbilinum hevur ES samtykti 16. sanksjónspakka móti Russlandi. Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur tískil gjørt av at taka viðkomandi avmarkandi tiltøk móti Russlandi frá 16. sanksjónspakka við í uppskotinum til broyting í kunngerðini.
Broytingarnar í mun til uppskotið, sum var til ummælis, eru at:
- avgjørt er at seta 48 einstaklingar og 35 felagsskapir afturat ES-sanksjónslistunum (skjal 1). 16. Hetta fevnir eitt nú um ávísar persónar, sum virka innan maritima geiran.
- CN 8522 verður strikað av positivlistanum fyri útflutningi (skjal 2). Útflutningsbannið viðvíkjandi CN 3920 10 28, CN 3920 20 00 og CN 3925 10, kemur í gildi 26. februar 2026.
- Forboð móti innflutningi av óvirkaðum aluminum við uppruna í Russlandi. CN 7061 verður lagt afturat negativlistanum fyri innflutningi (skjal 5). Innflutningsbannið kemur í gildi 26. februar 2026.
- 74, flest øll oljutangaskip, verða løgd afturat uppskotna skjali 6a. Tilsamans vera 153 skip á listanum.
Skotið verður upp, at kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Ummælisfreistin verður sett til týsdagin 11. mars 2025.

