Uppskot til broyting í kunngerð um avmarkandi tiltøk

Heiti
Uppskot til broyting í kunngerð um avmarkandi tiltøk
Frágreiðing

Endamálið við uppskotinum er at broyta skjal 2 og skjal 5 til kunngerð nr. 108 frá 18. november 2024,

Fylgjandi vørur verða lagdar afturat skjali 2 (eyðmerkt við CN): 2707 99, 2932 2009, 3212 90 00, 3919 10 15,   3822 90 00, 3923 21 90, 4009 50 00, 4016, 4819 10 00, 4821 90 00, 5607, 8414 30, 8418 99 90, 8421 31, 8421 29, 8422 90 90, 8443 99 00, 8708 21 og 9025 11 00.

Fylgjandi vørur verða strikaðar av skjali 2 (eyðmerkt við CN): 2815 11, 2905 45, 3920 94, 3921 14, 3925 10, 3925 90, 8407 90, 8421 23, 8424 20, 8428 10, 8431 10, 8479 60, 8481 80, 8513, 8528 52, 8537, 8539 10, 8539 10, 8539 50 og 8545 90.

Fylgjandi vørur verða strikaðar av skjali 5, t.e. bannaðar at innflyta úr Russlandi (eyðmerkt við CN): 2804 29 10 og 2845 40.

Umframt verða upplýsingarkrøvini nágreinað í sambandi við umsóknir um undantak frá avmarkandi tiltøkunum, reglurnar um revsing verða tillagaðar í hesum sambandi, ásett verða avmarkandi tiltøk fyri ávís farma- og tangaskip (sí skjal 6a), og ymiskar ritstjórnarligar broytingar/rættingar verða gjørdar.

 Ummælisfreistin er týsdagin 25. februar 2025.

 

Ummælisfreist
25.02.2025
Ráð
Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Øki
Uttanríkistænastan
Slag
Kunngerð
Dagfesting
11.02.2025
Tak niður
Uppskot Til Broyting Í Kunngerð Um Avmarkandi Tiltøk (1)