6 kunngerðir í sambandi við virksemi á Fróðskaparsetri Føroya til hoyringar
Uppskot til kunngerð um próvtøkur á Fróðskaparsetri Føroya
Uppskot til kunngerð um útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya
Uppskot til kunngerð um upptøku til lestur á Fróðskaparsetri Føroya
Uppskot til kunngerð um útbúgving av námsfrøðingum
Uppskot til kunngerð um útbúgving av fólkaskúlalærarum
Uppskot til kunngerð um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum
Talan er um eina samansjóðing av regluverkinum um virksemið á Fróðskaparsetrinum. Við hesi broyting verða tær reglur, ið eru tvørgangandi fyri allar útbúgvingar, savnaðar í trimum kunngerðum: Einari um upptøku, einari um próvtøku og einari um útbúgvingar.
Tó so verða framvegis serstakar kunngerðir til útbúgvingarnar til fólkaskúlalærara, námsfrøðing og sjúkrarøktarfrøðing. Orsøkin er, at hesar útbúgvingar eru nakað øðrvísi enn útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum annars, m.a. við, at tær hava ein verkligan part. Harumframt venda tær sær beinleiðis til ítøkilig størv.
Uppskotið til kunngerð um útbúgving av sjúkraøktarfrøðingum ásetur eisini, at útbúgvingin skal lúka krøvini í ES-direktivi 2013/55/EU, hetta fyri at tryggja, at føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar framhaldandi kunnu løggildast. ES-direktivið er viðfest.
Uppskotið er eisini umsett til danskt, og verður sent viðkomandi myndugleikunum í Danmark.
Møgulig hoyringarsvar skulu sendast til ummr@ummr.fo í seinasta lagi mikudagin 5. mai kl. 16:00