Mentamálaráðið skipar í samstarvi við Búnaðarstovuna fyri Yrkisskeiði innan landbúnað, sum gevur rætt til at festa landsjørð, uttan tey festi, ið hava mjólkneyt.
Undirvísingin fer fram á Búnaðarstovuni í Kollafirði og byrjar 3. mai kl. 19.00. Undirvíst verður týskvøld og hóskvøld kl. 19.00 - 22.15.
Skeiðið verður eisini skipað sum fjarlestur (umvegis Skype), so at tey, ið hava óhøgliga farleið, eru til skips ella uttanlands, kunnu fylgja undirvísingini á netinum.
Skeiðið er 220 undirvísingartímar og fatar um 6 skeiðspartar, umframt eina skrivliga verkætlan. Skeiðið heldur á til á vári 2017. Hvør skeiðspartur endar við próvtøku. Eisini eru nakrar verkligar venjingar.
Skeiðið kostar kr. 3.000, íroknað undirvísingartilfar. Skeiðsgjaldið skal vera goldið á kontu 6460-1719663 í BankNordik, áðrenn skeiðið byrjar.
Búnaðarstovan skipar fyri tí praktiska í sambandi við skeiðið. Luttakarar, ið ynskja at melda seg til skeiðið, boða frá luttøku við at venda sær til skrivstovuna á Búnaðarstovuni ella í teldubrævi til bst@bst.fo í seinasta lagi hósdagin 28. apríl 2016.
Fólk, sum tørva hetta skeiðið í sambandi við ítøkiliga avtalu um festaraskifti, hava framíhjárætt til luttøku.