Mentamálaráðið skipar í samstarvi við Búnaðarstovuna og Runavíkar Kvøldskúla fyri Yrkisskeiði innan landbúnað, sum gevur rætt til at festa øll festi, uttan festi, ið hava mjólkneyt.
Undirvísingin fer fram á Búnaðarstovuni í Kollafirði og byrjar hóskvøldið tann 26. september kl. 19.00. Undirvíst verður týskvøld og hóskvøld kl. 19.00 - 22.15.
Skeiðið verður eisini skipað sum fjarlestur, so tey, ið hava óhøgliga farleið, eru til skips ella uttanlands, kunnu fylgja undirvísingini á netinum.
Skeiðið er 220 undirvísingartímar og fatar um 6 skeiðspartar, umframt eina skrivliga verkætlan. Hvør skeiðspartur endar við próvtøku.
Skeiðið kostar kr. 2500,00 íroknað undirvísingartilfar. Skeiðsgjaldið skal vera goldið á kontu 1007140 í Bank Nordik, áðrenn skeiðið byrjar.
Runavíkar Kvøld- og ungdómsskúli við Ingvardi Lamhauge skipar fyri tí praktiska í sambandi við skeiðið. Luttakarar, ið ynskja at melda seg til skeiðið, boða frá luttøku í teldubrævi til ingvard.lamhauge@skulin.fo ella gunnvore@mmr.fo.