William Heinesen og mentanarvirðislønir landsins í ljósmálan
Tá Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, handaði mentanarvirðislønir landsins í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 15. januar, fekk Annika Hoydal, sangari, tónasmiður og sjónleikari, Mentanarvirðisløn Landsins, J.P. Gregoriussen, arkitektur, fekk Heiðursgávu Landsins og Andrias Høgenni, filmslistamaður, fekk Virðisløn til ungt listafólk. Harafturat fekk Alexandur Kristiansen, skald, sømdargávu. Á hátíðarhaldinum nýtti Rigmor Dam eisini høvið at handa Landsbókasavninum handritið “Den yderste tid” eftir William Heinesen. Handritið hevur verið á føroyskum hondum í eini tvey ár, og er nú vorðið ogn landsins.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna bjóðaði áhoyrarum, lurtarum og hyggjarum vælkomnum og GHM setti við frálíkum horntónleiki gongd á handanina av Mentanarvirðislønum Landsins, sum var í Klingruni í Norðurlandahúsinum, fríggjakvøldið 15. januar 2015.
Fyrsta virðislønin, ið varð handað, var virðislønin til ungt listafólk. Í grundgevingini fyri at lata Andriasi Høgenni virðislønina, segði Rigmor Dam millum annað, at hann er ein leitandi eldsál, sum hevur funnið sína hill og gongur við heilum og fullum huga filmslistavegin. Jan Berg Jørgensen, ein av stovnarunum í Klippfisk, bar Andriasi Høgenni kvøðu, har hann millum annað greiddi frá fyrstu filmsfetunum hjá Andriasi Høgenni í Klippfisk, og gleddist um, at filmslistin í Føroyum er við at menna seg. Vegna filmsupptøkur í Danmark, kundi Andrias Høgenni tíverri ikki vera hjástaddur, og tað vóru tí foreldur hansara, ið tóku ímóti virðislønini, sum er kr. 50.000. Áhoyrararnir fingu síðan høvi at síggja brot úr filminum “Kom og dansa” hjá Andriasi Høgenni.
Næst á skránni var Heiðursgávu Landsins fyri 2015, sum var latin J.P. Gregoriussen, arkitekti, fyri mentanarligu avrik síni. “Palli Gregoriussen hevur ans fyri føroyska mentanararvinum og umhvørvinum, og tað sæst aftur í tilgongd hansara til byggilistina”, segði Rigmor Dam millum annað, tá hon handaði heiðursgávuna, sum er kr. 75.000. Teknistovan hjá Palla Gregoriussen var eitt slag av klekingardepli fyri ungar føroyskar arkitektar, og ein teirra, ið á ungum árum arbeiddi á teknistovuni, var Albert Isfeldt, arkitektur. Hann bar vinmanninum og starvsfelaganum ein kvøðu, har hann m.a. vísti á byggilistaligu virðini í bygningum hjá Palla Gregoriussen, eitt nú posthúsið í Klaksvík, og tilbygningin til grótbygningin hjá Eik í miðbýnum í Havn.
Undan hátíðarhaldinum sendi Mentamálaráðið út tíðindaskriv, har boðað var frá, at ein serlig mentanarlig avdúking fór at vera á skránni hetta kvøldið. Rigmor Dam avdúkaði, at talan var um at landið hevur ognað sær handritið “Den yderste tid” eftir William Heinesen. Ætlanin var at geva skaldsøguna út í 1938, men tað varð av ongum, tí forlagið helt, at stundin ikki var tann rætta tá. Petur Juul Samuelsen ognaði sær handritið á uppboðssølu fyri nøkrum árum síðan, og nú hevur landið so fingið høvi at ogna sær tað. “Eg eri sera fegin um at handritið nú kann fara í varðveitslu á Landsbókasavninum,” segði Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum. Høvi verður nú eisini at taka spurningin um útgávu av handritinum uppaftur.
Ein sømdargáva var eisini latin. Yrkjarin Alexandur Kristiansen, ið er kendur fyri sínar leikandi lættu barnasangir, fekk sømdargávu fyri bókmentanlig avrik. Sømdargáva er lívslong heiðursgáva, sum í løtuni er kr. 20.000 um árið, ið verður latin listafólki, fyri útint listarligt avrik, ið verður mett at hava týdning fyri samtíð og framtíð. Jensina Olsen og Finnur Hansen framførdu síðan nøkur løg, m.a. úr nýggjastu útgávuni hjá Alexanduri Kristiansen “og várið kom”.
At enda varð Mentanarvirðisløn Landsins fyri 2015 handað. “Annika Hoydal er serstøk, egin og føroysk”, segði landsstýriskvinnan sum eisini vísti á, at ein long røð av sangum hennara eru vorðnir fólkaogn, og at Aldan og Dropin eru framúrskarandi dømi um tað serliga dragandi huglagið, ið eyðkennir løgini hjá Anniku Hoydal. Eyðun Johannessen, ið hevur kent Anniku Hoydal frá hon sum 16 ára gomul var á sjónleikaraskeiði hjá honum í Sjónleikarhúsinum í Havn, bar Anniku eina kvøðu, har hann vísti á tey fjølbroyttu talentini hjá Anniku. Eisini greiddi hann frá, at Annika Hoydal var tann fyrsti yrkissjónleikarin í Føroyum, sum fekk løn fyri at spæla sjónleik.
Síðan fór Annika Hoydal við orkestri á pallin. Eftir yndisliga lagið Dropin og væl svingandi lagið Tíðin frá nýggju útgávuni Endurljós, setti Annika Hoydal við slagaranum Ólavur Riddararós punktum fyri eina væleydnaða framførslu í Klingruni.
Rigmor Dam endaði kvøldið við at lesa eitt brot úr endurminning úr nýggja stuttsøgusavninum hjá Oddvør Johansen, Svanarnir syngja. “Vit hava í kvøld havt høvi at heiðra nøkur av okkara dugnaligu listafólkum – vit kunnu ikki verða tykkum fyri uttan – og vit kunnu heldur ikki vera Kringvarpið, okkara felags mentanarbera, fyri uttan,” segði Rigmor Dam at enda.