Vitjanin hjá amerikanska herflotaráðharranum, Carlos Del Toro, er avlýst. Ráðharrin skuldi eftir ætlan lenda seinnapartin í dag við flogfari hjá amerikanska herflotanum. Men flogfarið fekk ikki lent fyri veður.
Fundurin millum landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum og amerikanska herflotaráðharran, sum eftir ætlan skuldi vera í dag, verður tí útsettur til í morgin. Fundurin verður talgildur.
Tíðindafundurin, sum skuldi vera í kvøld, er tí eisini avlýstur.