- Vit eru øll ymisk og hava ymiskar hugsanir. Men fólkaræðið snýr seg um at duga at liva saman í einum samfelagi – eisini saman við teimum, sum vit eru ósamd við.
Millum annað hetta segði Rigmor Dam, landsstýriskvinna, fyrrapartin, tá hon helt ein fyrilestur fyri elstu næmingunum í frískúlanum Kelduni í Skálabotni.
Landsstýriskvinnan greiddi frá um seg sjálva, sín uppvøkstur og sína leið inn í politikkin, og hon legði dent á týdningin av at tora at standa við tað, man sjálvur heldur og hugsar – og ikki lata seg boyggja undir øll tey mongu ymsu krøvini, sum í dag verða sett teimum ungu; og serliga gentunum.
Næmingarnir lurtaðu væl og flokkaðust eisini um landsstýriskvinnuna eftir fyrilesturin fyri at tosa við hana og seta henni spurningar.
- Vit hava øll hvør sín ryggsekk, sum er fullur av royndum, lærdómi, hugsanum og teimum virðum, sum eru løgd niður í okkum bæði av foreldrum og skúla. Hesin ryggsekkurin ger av, hvat vit halda og hvussu vit hugsa. Tað er eisini tað ymiska innihaldið í okkara ryggsekkjum, sum ger, at politikarar ofta eru so ósamdir. Men so mugu vit snakka og snakka, inntil vit betur skilja hvønnannan og vit kunnu finna eina loysn. Tí tað eru bara tveir møguleikar: antin tosa vit saman ella berjast og kríggjast vit. Men halda tit, at vit tá fara at koma serliga langt?, spurdi Rigmor Dam retoriskt, meðan børnini ristu við høvdinum.
Áðrenn fyrilesturin var landsstýriskvinnan í Mentamálum saman við fólki úr Mentamálaráðnum og tingbólki Javnaðarfloksins víst runt í Frískúlanum Kelduni í Skálabotni.
Víst varð runt á skúlanum, framførslur við tónleiki og sjónleiki vóru við næmingum, og eisini sluppu gestirnir at uppliva bæði skemaleysu undirvísingina við sonevndu Fleks-tímunum og undirvísing eftir VAKT –háttinum, ið snýr seg um at nýta allar sansirnar í undirvísingini, heldur enn bara sjón og hoyrn, sum siðbundna undirvísingin mangan leggur upp til.
Eftir vitjanina í frískúlanum Kelduni fór bólkurin víðari á vitjan hjá stovnum og fyritøkum í Eysturoynni.
Jastrid Høj, skúlaleiðari, Rigmor Dam, landsstýriskvinna, og Annika Høj, varaleiðari.