08.04.2019 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

virtuosi koloristurin í føroyskari myndlist - Heilsan Høgna Hoydals til Torbjørn Olsen

virtuosi koloristurin í føroyskari myndlist - Heilsan Høgna Hoydals til Torbjørn Olsen

Torbjørn Olsen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík

Røða hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni

5. apríl 2019, kl. 16.00

 

 

Kæru fyriskiparar og gestir.

Kæri Torbjørn!

Eg fari at byrja við at lesa yrkingina lørift eftir Tórodd Poulsen. Hon ljóðar soleiðis:

lørift

 

harrin viti hví

eg standi her

við verðins enda

hesin málningur

hesin morgun

henda rennandi oljan

ein ivandi viti

fer inn fer út

sum onkur sum eingin

minnist tú grasið

minnist tú vegin

hendurnar fingrarnar

hesir litir

hesir píndu litir

hetta steinaða lørift

Góði Torbjørn! Tú hevur onkuntíð sagt, at eingin mennist einsamallur, og vil man verða eitt gott listafólk, má mann sýna fram.

Og eg má við gleði staðfesta hesi tíni egnu orð, tí tú hevur aftur í dag boðið okkum at koma til upplatingina av enn einari nýggjari framsýning, hesaferð hvørki í Havn, í Hirtshals, í Sveaborg ella í Rom, men á Gamla Seglhúsinum her í Klaksvík. Her hevur tú, sum tú sjálvur einaferð í blaðsamrøðu tók til: hongt húðina á veggin.

Í mai mánaði í 1982 kundi mann lesa á einum veggjarspjaldri í havnargøtum, at tveir ungir listamenn lýstu við framsýning í Listaskálanum.

Listamenninir vóru vinmenninir og javnaldrarnir Olivur við Neyst og Torbjørn Olsen - báðir vóru teir tá í tjúgunum og høvdu nomið sær útbúgving í Keypmannahavn, og longu tá høvdu teir havt fleiri framsýningar bæði í og uttan fyri Føroyar.

Sigast má, at síðan tá hava hesir báðir vinmenninir treiskast við sína list, Olivur við sínum fagurlittu málningum og í nógv ár eisini sum ein av okkara fremstu bókaprýðarum, og Torbjørn við m.a. sínum nærløgdu andlitsmyndum, altartalvum og persónslýsingum bara fyri at nevna nøkur motiv.

Báðir hava í dag fingið týðandi pláss í føroysku myndlistasøguni.

Tá ið Torbjørn aftur hevði framsýning í 1994 á Listasavni Føroya, ljóðaði tað nakað soleiðis um litmeistaran Torbjørn:

Vestaravág er undir vindeyganum, útsýnið breiðir seg fyri eygunum frá brimgarðsendanum í vinstra – til Vágsbotn í høgra eygnakróki. Alskyns skip, skorsteinar, peiggjandi mastrar og bummar fram við Eystaru bryggju, skipsskrokkar á sleipistøðini, kránar og skorður, rimaverk, stengur, gálgar og rør, reytt jarn og hvítur viður. Gamla Hospital, skeiva Pakkhús og Valdemar, Westward Ho og Norðlýsið, bátariðilin fram við Skálatrøð og við flotbrýrnar. Bilar og fólk á ferð, bátar, ið stima aftur og fram. Húsagalvar og tekjur sum tenn í sag undir Vesturkirkjunnar stóru pýramidu. Ein sera samansett brotamynd, - her eru alskyns formar, linjur og rørslur, allir hugsandi litir og fløkt litbrøgd, skiftandi eftir árstíðini, samdøgrinum og veðrinum. (myndin lænt frá Bárði J.)

Tá ið Torbjørn Olsen fyri nøkrum árum síðan fekk Mentanarvirðisløn Landsins (2014), varð m.a. sagt í grundgevingini, at hann “er virtuosi koloristurin í føroyskari myndlist.”

Tað er heldur ikki av tilvild, at tað víðari verður sagt, at “Torbjørn Olsen málar tað hann sær og upplivir..., men tað er ikki tað konkreta motivið, ið hevur týdning – heldur er tað upp til áskoðaran at sansa rúmd, dýpd og kenslur í málningunum.”

Ella sum listakvinnan Hansina Iversen segði í sínari kvøðu, tá Mentanarvirðislønin varð handað Torbirni:

“Í serstøku litsamansetingini, vibrera fínu penslastrokini í málningum tínum av Havnini, sum verður lýst so inniliga, at eg kenni angan av veðrinum, minnist kensluna júst tá ljósið var soleiðis. Eg fái hug at stíga inn í málningin og finna upplivingarnar og ævintýrini í Havnini, eins og eg upplivdi tey fyrr og beint í áðni.”

-----

Í mínum dagliga yrki, havi eg sum landsstýrismaður í mentamálum ta stóru gleði, at vera til framsýning hjá tær hvønn dag. Á veggjunum í Mentamálaráðnum hanga nakrir av tínum framúr málningum, t.d. teir báðir av tveimum kendum havnarmonnum: Herlufi (1982) og Williami (1990). Teir hanga har hugsanarsamir, og kasta síni gløggu eygu eftir okkum. Teir eru á varðhaldi allatíðina, so at vit, hvørki handaliga ella andaliga, taka nøkur óráð fyri. Og tá ið vit hava brúk fyri góðum ráðum er tað ikki frítt, at teir fáa okkum at steðga á, so at vit sansa bæði rúmd og dýpd!

Góði Torbjørn!

Nú eru 37 ár liðin síðan framsýningina í Listaskálanum á sinni.

Við list tínari roynir tú framvegis at vera opin og kensluborin. Tú leitar inni í tær sjálvum, og tú roynir framvegis at síggja tað, sum liggur fjalt í tí, sum sæst.

Tú ert still going strong, nú bjóðar tú aftur til listaframsýning og ‘heingir húðina á veggin’.

Tú vilt aftur geva okkum av tí, tú skapar.

Tú gert alt fyri at halda tilveruna út.

Jú, vissuliga er lív í listini!!

Takk fyri tað og hjartaliga til lukku!

Dávur Winther hevur tikið myndirnar.