Virkisøkið hjá sendistovuni í Íslandi víkast til eisini fevna um Grønland
Í sambandi við, at landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, hesa vikuna hevur verið í Grønlandi á ES ráðstevnuni EU Arctic Forum, hitti hann grønlendska starvsfelaga sín, Vivian Motzfeldt.
Á fundinum varð millum annað umrøtt hvussu sambondini millum londini bæði kunnu styrkjast.
Landsstýrismaðurin handaði grønlendsku stjórnini skriv, har boðað varð frá, at sendikvinnan í Reykjavík, Halla Nolsøe Poulsen, framyvir eisini skal røkja viðurskiftini við Grønland. Harvið verður virksemið hjá sendistovu Føroya í Íslandi eisini víðkað til at fevna um Grønland. Í fyrstu atløgu fer sendikvinnan at vitja í Grønlandi, og hitta viðkomandi stovnar og myndugleikar, og á tann hátt kveikja undir samstarv á ymsum økjum.
Vivian Motzfeldt fegnaðist um hesi boð, og ynskti sendikvinnuni vælkomna sum umboð fyri Føroyar í Grønlandi.
”Tað hevur stóran týdning fyri landsstýrið at menna sambandið við Grønland. Serliga í hesum óstøðugu tíðum, og tí Norðuratlantshavið og Arktis er vorðin ein geopolitiskur miðdepil,” sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.