(MYNDIN: Bjarni Nygaard)
Virðisløn til ungt listafólk 2016
verður latin Onnu Maluni Jógvansdóttur
Í 2015 gav Anna Malan Jógvansdóttir út yrkingasavnið
Undirfloyma, sum hon listprýddi sjálv.
Saman við myndum og yrkingum ferðast vit gjøgnum ein holdbundnan og stundum ræðandi vakurleika ímóti einum heimi, har eymleikin vónandi bíðar.
Anna Malan var millum tey heilt fáu, sum í fjør slapp inn á Rithøvundaskúlan í Keypmannahavn.
Við hesum fær Anna Malan Jógvansdóttir
Virðisløn til ungt listafólk 2016.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna