Nú ber til at tekna seg til vinnuferðina til Ísrael, ið Sendistova Føroya í Ísrael og Uttanríkis- og mentamálaráðið fyriskipa í sambandi við, at Føroyar hava latið upp sendistovu í Tel Aviv.
Vinnuferðin verður í døgunum 13.-19. oktober 2021, og vitjað verður í Tel Aviv og Jerusalem. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, stendur á odda fyri ferðini.
Ferðalagið flýgur beinleiðis úr Føroyum til Tel Aviv og heimaftur við Atlantic Airways.
Fyribils skrá fyri vinnuferðina er henda:
- oktober: Fráferð úr Vága Floghavn kl. 8.00, lenda í Tel Aviv kl. 16.00. Í Tel Aviv gistir føroyska ferðalagið á Hotel Dan Tel Aviv.
- oktober: Fyrrapartin verður hátíðarhald á Sendistovu Føroya í sambandi við, at sendistovan er latin upp. Seinnapartin verða felags vitjanir hjá fyritøkum/stovnum.
- oktober: Felags vitjanir hjá fyritøkum/stovnum. Koyrt verður í bussi til Jerusalem, fráferð uml. kl. 16.00. Í Jerusalem gistir ferðalagið á Hotel David Citadel.
- oktober: Leygardagur er sabbatur. Frídagur er, og møguleiki er fyri rundvísing í Jerusalem.
- oktober: Fyrrapartin verður mini-ráðstevna um týdningin, sum nýmenning hevur fyri framburð, við fyrilestrum og rundborðssamrøðum. Seinnapartin felags fyritøku-/stovnsvitjanir.
- oktober: Møguleiki fyri Business-to-Business fundum.
- oktober: Fyrrapart er møguleiki fyri Business-to-Business fundum. Fráferð úr Tel Aviv kl. 16.45, lenda í Vágum kl. 23.00.
Business-to-Business fundir
Sendistova Føroya vil fegin, fyri eitt minni gjald, bjóða føroysku fyritøkunum at finna fram viðkomandi ísraelskar fyritøkur, sum føroyskir luttakarar ynskja at møta, og leggja til rættis fundir við hesar.
Tilmelding
Fyritøkur, ið ynskja at luttaka á ferðini, kunnu tekna seg við at venda sær til 62°N Vinna - vinna@62n.fo, +298 340010.
Kostnaður fyri vinnuferðina er 32.250 kr. (Í prísinum er íroknað ferðing, hotel, matur, vitjanir, tiltøk og ráðstevna. Útferð og matur leygardagin 16. oktober er ikki írokna í prísinum.)
Seinasta freist fyri at tekna seg er hósdagin 12. juli 2021. Avmarkað pláss eru.
Meir fæst at vita um vinnuferðina við at venda sær til Sendistovu Føroya í Ísrael, á tlf. +298 555016, tlv@ummr.fo.
Fyrivarni
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í skránni og eisini fyri force majeure broytingum vegna møguligum avmarkingum vegna COVID-19.