Á fundi millum norðurlendsku mentamálaráðharrarnar í gjár, varð staðfest, at Norðurlandaráðið hereftir fer at seta meiri pening av til at týða tær bøkurnar, sum vinna Norðurlendsku mentanarvirðislønina.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, var til staðar á fundinum, tá hetta varð kunngjørt, og hon fegnast um avgerðina.
-Hetta er eitt stórt framstig, tí tað ger, at vit í Føroyum eisini kunnu lesa virðisløntu bøkurnar á okkara egna máli. Endamálið við øllum hesum er jú, at vit skulu styrkja samstarvið og savningarmegina í Norðurlondum – og einki amboð er so gott til tað, sum júst bókmentirnar, sigur Rigmor Dam og heldur fram:
-Skaldskapurin gevur eitt gott innlit í mentanirnar hjá hvørjum øðrum, bæði við tí, sum verður skrivað, men eisini við tí, sum kann lesast millum reglurnar. Tað er helst eisini orsøkin til, at júst bókmentaheiðurslønin er tann elsta av teimum heiðurslønunum, sum verða latnar, og tí er gott at brúka orku uppá at týða bøkurnar, sigur Rigmor Dam.
Formaðurin í nevndini fyri vitan og mentan í Norðurlandaráðnum, Jorodd Asphjell, segði soleiðis á fundinum í gjár:
-Vit ynskja, at hesar bøkurnar skulu verða atkomiligar fyri so mong í øllum Norðurlondum, sum gjørligt, so tær kunnu vera við til at styrkja okkara týdningarmikla norðurlendska mentanarsamstarv.
Sostatt kunnu vit síggja fram til, at vinnarabøkurnar framyvir verða týddar til øll tey norðurlendsku málini – eisini føroyskt.
Myndatekstur: Hóast vit ikki vunnu, er tað ein stórur heiður fyri tilnevndu føroyingarnar at vera við - og at luttaka á hesum stóra mentanarliga tiltakinum, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.