Samstarv millum landsstýriskvinnurnar Rigmor Dam og Sirið Stenberg slóðar fyri, at Fróðskaparsetrið kann taka fleiri inn at lesa sjúkrarøktarfrøði.
Nú verður møguleiki fyri at taka 16 nýggj lesandi inn á sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina. Stórur tørvur er á sjúkrarøktarfrøðingum í Føroyum. Fróðskaparsetrið sigur á hvørjum ári frá sær fleiri væl skikkaðar umsøkjarar, tí møguleiki ikki hevur verið fyri at tikið fleiri lesandi til starvsvenjingarpartin.
Flest allir umsøkjarar eru kvinnur, sum síðani eru farnar av landinum at útbúgva seg, tá pláss ikki vóru á Setrinum. Vandi er fyri, at hesar kvinnur ikki koma aftur til Føroya. Ætlanin við hesum er tí eisini at bøta um lestrarmøguleikarnar í Føroyum, so tað gerst lættari at velja Føroyar, siga Rigmor Dam og Sirið Stenberg, landsstýriskvinnur, í viðmerking.
Mentamálaráðið hevur gjørt avtalu við Heilsu- og innlendismálaráðið um at fáa sett ein kliniskan samskipara, sum fær ábyrgd av verkliga partinum av útbúgvingini.
Mentamálaráðið og Heilsu- og innlendismálaráðið