30.07.2012 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

VILHJÁLMUR GREGORIUSSEN NÝGGJUR STJÓRI Á VINNUHÁSKÚLANUM

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur gjørt av at seta Vilhjálm Gregoriussen sum stjóra á Vinnuháskúlanum.

Vilhjálmur Gregoriussen er 50 ára gamal, og hann hevur Master útbúgving í leiðslu frá Århus Universiteti frá 2011. Harafturat hevur hann HD útbúgving í organisatión, er bachelor í datalogi, og hann hevur skipsførara- og stýrimansprógv og ymisk leiðsluskeið.

Umframt royndir á sjónum hevur Vilhjálmur Gregoriussen fjølbroyttar leiðslu- og fyrisit-ingarligar royndir innan ymisk fyri starvið sera viðkomandi arbeiðsøki. Vilhjálmur Gregoriussen hevur síðani 2008 verið stjóri á Skipaeftirlitinum/Sjóvinnustýrinum, verið økisstjóri á TAKS, undirvísingarleiðari í Søfartsstyrelsen, og hann hevur 10 ára royndir sum undirvísingarleiðari í Mentamálaráðnum fyri maritimu skúlarnar.

Vilhjálmur Gregoriussen avloysir Hans Johannes á Brúgv, sum hevur verið í einum áramálssettum stjórastarvi seinastu 8 árini.

Nýggi stjórin tekur við starvinum 1. september í ár.