Í Degi og Viku 19-03-2013 varð uppskotið um upphavsrætt umrøtt í einum innslagi. Í hesum sambandi skal Mentamálaráðið koma við nøkrum viðmerkingum.
Í innslagnum verður ført fram, at keldan hjá Degi og Viku undrast á, at orð um búmerki og t.d. brúksrætt, ið hava stóran týdning fyri samskiftis – og reklamuvinnuna ikki eru nevnd í lógartekstinum. Eisini verður komið inn á ymisk viðurskifti í vinnuni í samband við uppskotið um upphavsrætt. Mentamálaráðið skal í hesum sambandi gera vart við, at í viðmerkingum til uppskotið verða m.a. búmerki nevnd, eins og vinnan eisini verður nevnd Hesin parturin kom við eftir m.a. hoyringssvar frá vinnuni. Í viðmerkingunum (á síðu 18) verður hetta umrøtt soleiðis:
“Tann, sum hevur skapað verkið, verður nevndur upphavsmaður. Vanliga er upphavsmaður ein fysiskur persónur. Men alt eftir hvat siðvenja er í ávísum vinnugreinum, kann talan vera um, at upphavsrætturin kann verða avhendir til t.d. eina fyritøku. Tílík viðurskifti skulu vera greið fyri arbeiðstakaran, og skulu tí helst vera viðgjørd í starvssetanarsáttmálanum ella í serstakari avtalu millum arbeiðsgevara og arbeiðstakara. Í ávísum førum - serliga innan KT (sí § 49) - verður upphavsrætturin til eitt verk arbeiðsgevarans, um ikki annað er avtalað í starvssetanarsáttmálanum. Hetta er tí, at tað hevði verið nærum ógjørligt at rikið KT-fyritøku, um rættindini til tey forrit, sum verða framleidd í arbeiðstíðini eftir fyriskipan og leiðbeining hjá arbeiðsgevaranum, høvdu fallið til arbeiðstakararnar. Sama ger seg helst eisini galdandi í t.d. lýsingarvinnuni, har búmerki og annað lýsingartilfar verður skapað í arbeiðstíðini fyri arbeiðsgevaran. Hetta eru atlit, sum arbeiðsgevari og arbeiðstakari eiga at taka støðu til, tá tey gera starvssetanarsáttmálar, og tá tey hava lønarsamráðingar.
Nýtslurættur hjá arbeiðsgevara kann eisini vera viðgjørdur í sáttmála millum yrkisfeløg og arbeiðsgevarar. Hóast best er, um hesi viðurskifti verða viðgjørd ítøkiliga, er sum so eisini gjørligt, at arbeiðstakarin tigandi játtar arbeiðsgevaranum nýtslurætt til skapaða verkið. Tað kundi til dømis verið, um arbeiðstakarin í longri tíð visti, at arbeiðsgevarin brúkti verkið uttan at mótmæla áhaldandi nýtsluni.
Í sambandi við lógarfyrireikandi arbeiði í Norðurlondum hevur málið, um rættin hjá arbeiðsgevara til verk skapað í føstum starvi, verið frammi fleiri ferðir. Enn hevur ikki verið meiriluti fyri at gera reglur, sum í síni heild geva arbeiðsgevarum upphavsrætt til verk skapað í føstum starvi. At slíkar reglur ikki eru settar í gildi, er grundað á, at tað er avtalufrælsi á økinum. Hetta hevur eisini við sær, at órímiligar avtalur kunnu verða ógildaðar eftir § 36 í avtalulógini. Einastu ítøkiligu undantøkini til avtalufrælsið í upphavsrættinum eru §§ 8 og 42 um ávíkavist rættin hjá upphavsmanni at verða nevndur sum upphavsmaður og fylgirættargjald.”
Í lógini um upphavsrætt verður vinnulig nýtsla av búmerkjum ikki viðgjørd, men einans upphavs- og brúksrættur til verk skapað í føstum starvi. Tað er tí at umsiting og skráseting av vørumerkjum, eins og onnur vinnuliga hugsverksrættindi, hoyra til málsøkið hjá Vinnumálaráðnum og verða skipaði í eitt nú lóg um vørumerki. Í vørumerkjarættinum eru aðrar mannagongdir og onnur atlit at taka, enn tey ið gera seg galdandi á upphavsrættarøkinum.
Annars fegnast Mentamálaráðið um at miðlar og onnur vísa arbeiðinum hjá Mentamálaráðnum áhuga, og Mentamálaráðið vil fegin hjálpa miðlum við spurningum og ivamálum um t.d. uppskot hjá Mentamálaráðnum, sum eru fyri í tinginum.